• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hitajavnvág

Myndin vísir hvussu sólstrálur verða upptiknar og afturkastaðar í atmosferuni og á jørðini. At hitalagið á jørðini er so støðugt (umleið 15°) at menniskju og djór kunna liva her, hevur fleiri orsøkir. 50% av strálunum frá sólini røkka heilt niður á jørðina, meðan hin helvtin antin verður kastað út aftur í rúmdina ella verður upptikin í atmosferuna (8 og 9). Tann parturin av strálunum, sum røkkur heilt niður á jørðina má onkursvegna sendast út aftur í atmosferuna um hitajavnvágin skal varðveitast.


Vatndampur og koltvíilta upptaka ein part av strálingini frá jørðini (1 og 2) og verður síðani 50% kastað aftur á jørðina. Um ikki tað var soleiðis, hevði hitin á jørðini ligið á umleið -18°. Meginparturin av strálingini frá jørðini (1 og 2) verður upptikin av vatnmýlum og koltvíiltu í atmosferuni (3) og hevur koltvíilta harvið ein týdningarmiklan leiklut í hitajavnvágini. Um nøgdin av koltvíiltu hækkar í atmosferuni er vandi fyri, at hon forðar fyri at hiti verður leiddur út úr atmosferuni og verður avleiðingin tá, at hitin á jørðina hækkar. Hetta fyribrygdið nevnist “VAKSTARHÚSÁRIN”.

Stráling frá sólini

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017