• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Lofthavið, hitajavnvág og veðurlagsgass

Lofthavið er býtt sundur í ymisk løg, har troposferan er tað lagið, ið er næst jørðini (mynd 2). Troposferan røkkur 10-16 km upp frá jørðini (hæddin sum flogførini ferðast í). Hæddin á troposferuni verður staðfest við at hitin minkar, frá 15° við jørðina til -56° í 16 km hædd.


Næsta lag í lofthavinum er stratosferan. Stratosferan er sermerkt av, at hitin hækkar uppeftir (frá -56° í 10-16 km hædd til -2° í 50 km hædd. Hetta kemur av, at oson (O3) upptekur orku frá ultraviolettum ljósi og harvið elvir til eina hitahækking av stratosferuni.


Øvugt er í mesoferuni har hitan minkar við hæddini frá -2° í 50 km hædd niður í -92° í 85 km hædd. Hetta kemst av, at innihaldið av evnum, ið upptaka ljós (t.d. oson) minkar við hæddini.


Termosferan er tað uttasta lagið í lofthavinum (frá 85 km til 500 km). Hitin kann fara heilt upp í 1200° í termosferuni og kemst hetta av, at luftlagið inniheldur evni, ið kunnu upptaka tann partin av sólstrálum, ið geva tað mestu orkuna.

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017