• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Veðurlagsgass

VEÐURLAGSGASS

Ein av størstu umhvørvistrupulleikunum í okkara tíð er broytingin av hitajavnvágini á jørðini. Trupulleikin er heimsumfatandi og kann elva til veðurlagsbroytingar á jørðini. Koltvíilta og vatndampur í atmosferuni forða fyri at hiti verður leiddur burtur frá jørðini, og fer ein økt útleiðing av koltvíiltu tí at elva til eina økta upphiting. Hetta fyribrigdið nevnist “VAKSTRAHÚSÁRIN”. Ein økt upphiting av jørðini kann eisini elva til broytingar í avfalli og vindviðurskiftum, og er eisini vandi fyri at ísurin á pólunum fer at bráðna. Av tí at vatn verður víðkað við størri hita, má eisini roknast við, at vatnstøðan í høvunum fer at hækka.

Tey trý gassini, sum hava størstu ávirkan á vakstrarhúsárinið, eru koltvíilta (CO2), metan (CH4) og láturgass (N2O). Fyri at sammeta onnur gass í mun til koltvíiltu verður nýtt eitt virði fyri upphitingarstyrki, sum er eitt tal fyri hvussu vakstrarhúsvirkið gassútlátið av rini vekteind av einum gasii er, samanborið við somu nøgd av koltvíiltu. Hetta talið nevnist GWP (Global Warning Potential) og er sett til 1 fyri koltvíiltu. GWP fyri mentan er 21 og fyri láturgass 310.

Økta nýtslan av brennievnum og oyðilegging av skógaøkjum hava elvt til ein hækking av koltvíiltunøgdini í atmosferuni, og ernøgd in síðani miðskeiðis í seinastu øld hækkað við 30%. Mett verður at 50% av samlaða útlátinum av kolvtíiltu verður verandi í atmosferuni, meðan hin helvtin verður upptikin í heimshøunum ella verður upptikin í samband við gróður á landi.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017