Skip to main content

Um útgávurøðina Nem

 

Nem er bókarøð til føroyskt í miðdeild. Til Nem-heildina er næmingabók, netbók, mállærubók og læraravegleiðing.

Samanrenning er millum munnligt og skrivligt arbeiði, og vit koma víða um í tekstsløgum og huglagi.

Onkrar uppgávur leggja dent á at læra ymisk yrkishugtøk í lærugreinini, aðrar leggja dent á tað skapandi bæði innan munnliga og skrivliga frásøgn, meðan uppaftur aðrar geva næmingunum grundleggjandi kt-førleikar.