• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hvør skúli hevur fingið tillutaðan sín skeiðsdag, og lærarar velja sjálvir, hvørjar verkstovur teir tekna seg til.

Allir skúlar fáa eitt tekningarskjal sendandi. Leiðsla skúlans fyllir skjalið út,

ið verður sent Námi aftur til skeid@skulin.fo í seinasta lagi 21. oktober kl. 12.

 

Um tiltakið

Samtíðin setur støðugt strangari krøv á talgilda pallinum. Mangan verður sagt, at børnini eru framkomnari brúkarar enn tey vaksnu, sum so ella so eru um tey í gerandislívinum. Eg má siga fyri mín part, at eg als ikki eru samdur. Gaman í duga børnini væl, men tað er í rættiliga stóran mun avmarkað til leik og samskifti.

Tá talan er um fakligar avbjóðingar, menning og at nýta mongu skíggjarnar sum verulig arbeiðsamboð, skortar við førleikunum millum børnini og tey ungu í skúlaverkinum. Tí er neyðugt at styrkja førleikarnar hjá lærarum, so at mongu skíggjarnir kunnu gerast hent amboð heldur enn órógvandi leikur í skúlahøpi.

Tí hava vit í Námi sett hesa verkætlan í verk. “Skúlin í netsamfelagnum” er ætlað sum ein lopfjøl til tín. Nám kann ikki lyfta teg inn á talgilda pallin. Nám kann ikki geva tær allar teir førleikar, tær tørvar fyri at kunnavirka í netsamfelagnum. Tað kann telduvørðurin á tykkara skúla heldur ikki. Men um tú fært tær renningarlop, so kunnu vit kanska verða lopfjølin, ið lyftir teg síðstu sentimetrarnar upp um bukkin. Hinumegin er tín egni skúli. So er spurningurin, um hann er eitt hart gólv ella ein bleyt madrassa.

Vit gleða okkum í øllum førum.

Síggjast til tiltakið “Skúlin í netsamfelagnum” í Norðurlandahúsinum í viku 44.

Vegna okkum í Námi

Regin

 

Framsýningar/sýnisroyndir

í Eysturstovu, Vesturstovu og á steingólvinum í forhøllini:

  • sandkassin hjá Hans Fróða Jensen
  • Biophilia
  • Office 365
  • Google Earth
  • kortal.fo
  • atlas
  • talgild bókaummæli
  • 3D-prentari
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017