• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Kristnir páskasiðir

Kristnir páskasiðir eru ein samanrenning av ymsum siðum úr ymsum londum. Í heidnari tíð var ein hátíð hildin um sama mundið, sum vit halda páskir í dag. Tey frøddust um, at veturin var av, og at nú vóru ljósari tíðir fyri durum.

Páskaspøl

Í Føroyum er vanligt at rulla egg annan páskadag. At rulla páskaregg er gamal útlendskur siður, ið leingi hevur verið kendur her á landi. Eggið er súmbol uppá ávøkstur, vár og lív. Í gomlum døgum var eisini vanligt, at fólk ikki ótu egg og kjøt í føstu, so eggið kom uttan iva væl við á páskum.

Rulla egg

Tú kanst rulla egg sum vanligt, men til ber eisini at gera hetta til eitt spæl, har tú skalt raka eggið hjá hinum. Um tú rakar eitt egg hjá mótpartinum, so eigur tú tað. 

Eisini ber til at kappast fyri at vita, hvat egg rullar longst.

Eggjarenning
Hvør luttakari fær eitt hartkókað egg og eina spísiskeið at halda eggið í. So ræður um at verða fyrstur at renna eitt ávíst strekki uttan at missa eggið.

Tað ber til at gera hetta spæl torførari, við at næmingarnir skulu halda skaftið á skeiðini í munninum við egginum í. Tá kann tað verða stuttligt, um eggið ikki er kókað.

Sterkasta eggið
Luttakararnir fáa eitt hartkókað egg hvør. Nú skulu tveir luttakarar stoyta endarnar á eggunum ímóti hvør øðrum. Fyrst tann spíska og síðan tann runda endan á egginum. Tann, sum brýtur eggið hjá hinum, hevur vunnið.

Skattaveiða
Nógv egg verða goymd í urtagarðinum, heima, í skúlastovuni ella aðrastaðni. Tann, ið finnur flest egg, hevur vunnið.

At blása fjøður
Tvey og tvey spæla saman. Tey fáa ein fjøður og tá spællið byrjar verða fjarðarnar kastaðir upp í loft. Tað ræður um at megna at halda fjøðurin so leingi uppi í luftini sum gjørligt. 

Tá ið fjøðurin dettur á gólvið/jørðina, er parið farið úr spælinum. Parið, ið klárar at halda fjøðurin uppi longst, hevur vunnið.

 

 

Páskaprýði

At halda páskir snýr seg eisini um fyrireiking, har vit kunnu prýða heim ella skúlastovu okkara. Tey flestu nýta gular og grønar litir. Hesir minna á páskirnar og várið.

Páskaregg, høsnarungar, haruungar og páskablómur eru kendar ímyndir, sum verða nýttar sum prýði á páskum. Niðanfyri eru tvey dømi um páskaprýði.

Malagrót-páskaregg
Føroysk páskalomb

Vegleiðing - páskalomb

1. Tekna ein sirkul á kartong – Eg havi brúkt eina klisturrullu at tekna eftir. Tekna ein minni sirkul inní. Tekna eftir innara sirklinum á klisturrulluni.
2. Tekna og klipp tvey seyðarhøvd í svørtum kartongi. Tekna eygu á við Posca-tussj.
3. Vind eitt lítið noða av tógvi og snara tráðin rundan um sirkulin. Tá ið sirkulin er fjaldur av tógnum, límar tú endan fastan. Nú er kroppurin liðugur. 4. Klipp 7-8 træðrir, 2 - 3 cm hvør - og bind ein tráð um miðjuna. Hetta er frunturin. Líma fruntin á annað seyðarhøvdið. 
5. Ger eina lykkju at heingja upp við. Tú fært hana fasta við at brúka eina nál og taka innundir nakrar lykkjur rundan um sirkulin.
6. Líma seyðarhøvdini á kroppin. Eitt hvørjumegin.

Páskaliljan

Fleiri ímyndir eru knýttar at páskunum, t.d. lambið, páskaliljan, krossurin og eggið. Ein ímynd er ikki tengd at máli, bókstavum ella skrivaða orðinum. Uttan at duga at lesa, kunnu børn skilja, hvat ímyndin sigur. T.d. er krossurin ímyndin av kristnu trúnni, á vatnkrananum er blátt kalt og reytt heitt, ein kringla er bakarí og ferðsluskelti eru eisini ímyndir.

Páskaliljan er ein kend páskaímynd. Hetta er m.a. N.F.S. Gruntvig fyri at takka, sum í 1817 skrivaði eina yrking við 21 ørindum um hendingarnar á páskum. Yrkingin varð skrivað í eg-persóni, og verður tulkað sum ein ævisøga hjá Gruntvig sjálvum. Fyrsta ørindi byrjar soleiðis:

Siig mig, Blomst! hvad vilst du her? / Bonde-Blomst fra Landsby-Have …

Fyri 200 árum síðan var páskaliljan ikki so høg og vøkur sum tann páskaliljan, Narcissus Pseudonarcissus, vit kenna í dag. Hon var lágvaksin, og vaks sum ókrút ymsastaðni í donsku náttúruni. Tað betra slagið í Keypmannahavn helt lítið um klombruta bygdayrkjaran, Gruntvig, og tað er hetta, Gruntvig hugleiddi um í hesari yrkingini.

Í 1837 varð yrkingin stytt niður í 15 ørindi og endurútgivin. Yrkingin  kom við í donsku sálmabókina í 1953. Tá var hon bara 6 ørindi.

Hesi 6 ørindini hevur Axel Torgarð so týtt til føroyskt í 1960, og sálmurin er nr. 211 í føroysku sálmabókini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017