• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Páskavikan

Páskavikan byrjar við pálmasunnudegi og endar eina viku seinni við Jesu uppreisn.
40 dagar eftir uppreisnina fór Jesus til himmals og heilagi andin kom niður til jarðar.

Vikan undan páskunum verður kallað dymbildagavika ella stilla vika. Hesir dagar í
dymbildagavikuni verða hátíðarhildnir:

Sunnudagur - Pálmasunnudagur

Hósdagur - Skírhósdagur

Fríggjadagur - Langi fríggjadagur

Sunnudagur - Páskadagur

 

Kirkjuárið - avritssíða

Pálmasunnudagur

Pálmasunnudag reið Jesus á einum asna inn í Jerúsalem. Fólk veitraðu við pálmagreinum og heiðraðu hann sum kong.

Hugskot:

Fólk høvdu virðing fyri Jesusi. Tey heiðraðu hann sum kong. Tosið um, hvussu vit vísa øðrum viðring og heiður.

Leitið á Youtube eftir sangum um pálmasunnudag.

Slóðir: 

Pálmasunnudagur ymsastaðni í heiminum í myndum

Skírhósdagur

Skírhósdagur ella skírisdagur er bara heiligdagur í nøkrum heilt fáum londum í heiminum. Hendan dag át Jesus seinastu máltíðina saman við lærusveinum sínum. 

Í Lutersku kirkjuni eru tvey sakramenti: kvøldmáltíðin og dópurin. Til altargongdina í kirkjuni verður lisið upp úr 1. Kor 11,23-25: "
...Harrin Jesus, ta náttina sum hann varð svikin, tók breyð, og takkaði og breyt tað og segði: - Hetta er likam mítt, sum er fyri tykkum; gerið hetta til mínar áminningar! Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: - Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum; gerið hetta, so ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!"

Hugskot:

Lesið tekstir til dagin: Matt 26,17-30 ella Jóhs 13,1-15

Tosið um, hvussu tað kennist at vita frammanundan, at nakað keðiligt fer at henda. Hevði tað verið gott at vitað, hvussu framtíðin fer at verða?

Slóðir:

Lærufilmur frá Khan Acadamy um málningin hjá Leonardo da Vinci: Seinasta kvøldmáltíðin.

Filmsbrot um seinastu kvøldmáltíðina, sum kann nýtast sum upplegg til undirvísing um altarsins sakramenti. Filmurin er á hebraiskum við enskum teksti.

Langi fríggjadagur

Hetta er dagurin, tá Jesus varð krossfestur. Hann varð krossfestur um 9 tíðina um morgunin og doyði um 3 tíðina seinnapartin.

Hugskot:

Lesið tekstir til dagin: Matt 27,27-56, Mark 15,21-37, Luk 23,26-49 ella Jóhs 19,17-37.

Slóðir:

"Kingdom og Heaven" (Ridley Scott, 2005). Saladin kemur inn í falnu kirkjuna og sær altarkrossin, sum í stríðnum er dottin á gólvið. Hann tekur krossin upp og setur hann aftur á altarið. Tosið um týdningin í at sýna virðing fyri teimum, ein ikki er samdur við. 

Páskadagur

Eftir pálmasunnudag, skírhósdag og langafríggjadag kunnu vit halda páskir. Hesin dagurin er mettur at verða tann mest heilagi dagurin í kirkjuárinum, tí  tá hátíðarhalda vit, at Jesus reis upp frá deyðum og soleiðis vann á deyðanum og á tí ónda. Hetta verður nevnt gleðiboðskapurin.

Hugskot:

Lesið frásøgnina, um tá ið kvinnurnar komu til tómu grøvina, Jóhs 20,1-18.

Tosið um, hvat tað merkir at vinna á deyðanum, og um hvønn týdning uppreisnin hevur í kristnari trúgv.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017