• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Um sagnirnar á Snar

Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst, og í samráði við Føroya skúlabókagrunn er avgjørt at leggja sagnirnar á Snar.

Fyrst vórðu allar sagnirnar í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakob Jakobsen lagdar á Snar.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr", fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Síðan eru eisini sagnir, sum V.U. Hammershaimb og Andreas Weihe savnaðu, eisini komnar á Snar.

Sagnar hjá V.U. Hammershaimb eru úr ”Færøsk Anthologi I” frá 1891

Sagnirnar hjá Andreas Weihe eru úr "Søga og søgn" frá 1933 og "Tjóðminni” frá 1938.

Les meira um Jakob Jakobsen í alfrøðini.

Les meira um V.U. Hammershaimb í alfrøðini.

Les meria um Andreas Weihe í alfrøðini.

Les meira um Árna Dahl í alfrøðini á Snar.

Sendið okkum tilfar

Á hesum sagnasíðum á Snar er ætlanin at savna so nógv tilfar sum møguligt. Snar tekur fegin móti øllum tilfari um sagnir, so um tit hava okkurt spennadi tilfar liggjandi, sendið tað til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

 

Sagnir í bókstavarøð

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017