Skip to main content

Rygsbrúðurin

Fyri mongum Harrans árum síðani skuldi gerast stórt brúdleyp vesturi í Miðvági. Tað var bóndin á Ryggi, ið giftast skuldi. Brúðurin, ið var úr Norðstreymoy, kom vestur stutt fyri, at brúdleypið skuldi haldast.

Henda brúður sýndist at bera seg heldur margháttliga at. Ikki er tað hvørjum givið at koma til hús og skorin klæði, og mong var tann genta, sum hevði verið lagnuni takksom, um hon hevði fingið slíkan mann sum bóndan á Ryggi. Men henda brúður var bæði tvør og fáorðað í øllum, beint sum um brúdleyp hennara var ein sorgarleikur. Hví so var, visti eingin. Og hon segði heldur einki.

Ein vakran heystardag skuldi nú brúdleypið standa. Næstringar og nógv annað fólk úr ymsum ættum tyrptist saman til hesa stórbæru veitslu í Miðvági; bátur undan báti stevndi inn eftir vágni.

Millum teir bátar, ið komu, var eisini ein, ið fyri fullum seglum stýrdi inn móti Kirkjustøð og lendi har. Hesin bátur sýntist at vera komin úr sandoyarættini. Úr honum komu nakrir fáir av manningini í land; so fór hann frá aftur, og menninir, ið ikki komu upp á land, lógu so og andøvdu beint útfyri.

Tá ið umsíðir alt var greitt, og brúðarparið við fylgi var á veg til kirkju, kom knappliga stórur og prúður unglingur ímóti teimum, stillaði seg beint framman fyri brúðrina og spurdi hana: “Vilt tú koma við mær?”

Øll steðgaðu sjálvandi og undraðu seg yvir, at fremmandi maður fór so óhoyrt merkiliga fram. Meira bilsin gjørdust tey, tá brúðurin svaraði:
“Jú, eg vil fara við tær.”

Áðrenn nakar hevði havt høvi til at summa seg yvir svar hennara, hevði fremmandi maðurin tikið hana í føvningin og var farin avstað við henni.

Eina stund stóð rygsbóndin við fylgi sínum, eftir at fremmandi maðurin var farin við brúðrini, so helt ein fyri, at nú var einki at dvølja longur fyri – “giftarmál er lagna”, segði hann.

Og so fór hvør til sín.

- Eina tíð eftir hesa hending vóru miðvingar í grind á Sandi. Bóndin á Ryggi var sjálvandi við. Í teirri tíðini var ikki so nógv samband millum fjarstøddu oyggjar, og miðvingar vóru at kalla fremmandir í bygdini. Teir fóru tí aftan á drápið inn í tað fyrsta tað fremsta húsið at fáa sær ein heitan munn og settu seg niður í roykstovuni. Húsfrúgvin kom uttar, og sýndist hon at vera fátæk kona.

Tað hevði ikki verið í huga bóndans, hvønn hann her skuldi hitta. Men hon var ikki meira enn komin eini tvey fet fram ímóti teimum, fyrr enn hann bar kenslu við hana. Hann reistist, gekk henni í møti, og segði:

“Ikki hevði tú verið verri gift við mær, Billa.”
Við hesum orðum tók hann úr fikkuni roðpeningapung sín fullan av silvri og rætti henni hann. Síðani snúði hann sær ímóti felagsbrøðrum sínum og segði:

“Her hava vit sessast nóg leingi.”

crimes of passion dissertation dissertation topics in marketingSo leitaðu teir allir burtur haðani.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933