SNAR.fo

Havhesturin

Fyri okkurt um gott hundrað árum síðani fór ein maður úr Oyndarfirði, ið tænti í Suðuroy, heim til Oyndarfjarðar at ferðast. Meðan hann var heima, segði hann frá, at nú var tann fuglurin, ið nevndist havhestur, farin at byggja í Froðbiarnípu. Fólk vildu lítið til at trúgva hesum. Tað var tá í tíðini bert hending, at havhestur sást um okkara leiðir.

Havhesturin var hildin at vera komin norðanífrá yvir Ísland (Smørland) og Grønland. - Tað eru umvið 45 ár síðani, at havhesturin byrjaði at byggja í berginum Sumburgh Head í Hetlandi. Har hevði hann ikki sæst fyrr.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo