Skip to main content

Eiðurin

Úr ymsum hornum havi eg frætt frá, tá ið oyrarbóndin við fals fekk sær hagapartin norðan fyri Lokkufelsgjógv. Tað er ein stórur hagapartur, sum, dánaður sum ein tríhyrningur, er breiður uppi við fjallið og gongur saman í kant niðri í hálvum haganum. Niðast á er ein stórur heyggjur, hvar ein tingfundur var hildin um henda hagapart; heyggjurin hevur síðani borið navnið Tingheyggjur.

Í gomlum døgum var Lokkufelsgjógv markið millum Oyrar og Eiði. Gjógvin fekk navn sítt av einum húskalli (Loki) hjá oyrarbóndanum, sum varð funnin deyður í gjónni. Orsøkin til henda tilburð kendi eingin, men gitt var, at hann mundi vera brostin saman við seyðatjóvar.

Seyður oyrarbóndans plagdi so langt aftur, sum nakar kundi hugsa, at liggja norðuri undir „Skarði undir Nøvini", og Oyrarbóndin setti sær nú fyri, at honum skuldi ognast henda hagalut.

Tá ið eigararnir av Norðskálahaganum róku seyðin hjá oyrarbóndanum út úr tí áðurnevnda hagaluti, legði oyrarbóndin sak.

Sorinskrivari Weihe í Lamba (er óivað Peder Samuelsen Weihe, og sonurin, sum umtalast, er óivað tann, ið var sorinskrivari í Hvalvík f. 1742 giftur við Anne Elsebeth Jensdatter í Hvalvík) skuldi døma í hesum máli; men av tí, at hann var bæði gamal og sjúkligur, læt hann son sín døma; men tann gamli sorinskrivarin segði við sonin, at hann skuldi geva norðskálamonnunum   rætt,  tí hagaparturin var teirra.

Vitnisburðurin hjá norðskálamonnum var ikki so greiður, sum hann átti at vera, og yngri Weihe vildi tí hava tríggjar av húskallum oyrarbóndans at svørja, at tann vitnisburður, fastur og greiður, sum teir góvu, var sannur.

Á Tingheyggi fullu mong hørð orð millum partarnar. Fundurin vardi frá miðjum degi og til vestur. Eiðurin skuldi so vera givin dagin eftir á miðdegi.

Dagin eftir møttu allir mans frá Norðskála og av Oyri til ta ásettu tíð á Tingheyggi. Áður enn oyrarbóndin við húskallum sínum kom út úr Oyrarhaga, bað hann menn sínar um at koyra eitt sindur av mold, mosa og grasi niður í húðarskógvarnar, og so varð gjørt.

Fundurin varð settur. Tann setti sorinskrivarin fór upp á heyggin, tók tann høga hattin av og bað um, at kvirt mátti vera, tá ið eiðurin varð lisin upp. Millum annað ljóðaði eiðurin so, at tann jørð, teir svørjandi stóðu á, var oyrarbóndans. Eiðurin varð givin, og frá teirri stund hava oyrarbøndur brúkt henda hagalut.

buying papers online plagiarism cheap essay uk fsu admission essay 2011Anna uppi í Garði í Streymnesi, sum doyði fyri kortum, skal hava sagt, at hon frá álítandi eldri monnum hevði hoyrt, at eingin av teimum trimum húskøllum oyrarbóndans, ið svóru, skulu vera jarðaðir í vígdari jørð. Allir tríggir, men hvør sær, umkomust á sjónum.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933