SNAR.fo

TITIL-TÁTA

Laðangarðsbóndin í Sumba hevði eina ferð tikið eina trøllagentu til sín, ið var undan einum steini á Skankafløtti. Hann setti hana til at veva bæði nátt og dag og loyvdi henni onga hvílu. Viðlagt var, at eingin skuldi nevna hana við navn; annars hvarv hon burtur aftur. Titil-táta æt hon. Til eina jólahøgtíð var hon deyðlúgvað av veving og tók so til at kvøða: »Titil-táta eiti eg, Titil-táta eiti eg!« (til at fáa einhvønn til at nevna seg). Eingin lætst um vón at svara til. So letur í einari arbeiðskonu: »Nakað situr hatta og tátar og tátar! Vita okur ikki, at tú eitur Titil-táta?« So var hon horvin úr vevinum við tað sama og sást ikki aftur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo