• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Børn hava framsøgufrælsi

 

Lógargrein 13 í Barnarættindasáttmálanum snýr seg um framsøgufrælsi. Børn hava framsøgufrælsi og kunnu leita upp, taka ímóti og lata frá sær upplýsingar og áskoðanir bæði munnliga, skrivliga, sum list ella á ein og hvønn annan hátt.

Børn hava so statt loyvi at siga og meina tað, tey vilja. Samstundis hava børn eins og onnur skyldu yvir fyri øðrum, hvat tey siga og skriva, t.d. á Facebook og í sangtekstum. Tú mást ikki særa og vanvirða onnur. Tað er til dømis ikki loyvt at úttala seg niðrandi um húðalit, tjóðskap, trúgv og kynsligan samleika hjá øðrum.

Tú mást heldur ikki leggja persónligar upplýsingar út um onnur ella skriva hvat sum helst um onnur á netinum. Tú mást heldur ikki senda myndir út av øðrum, uttan samtykki frá teimum.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017