• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Børn hava rætt at siga sína meining

Lógargrein 12 í Barnarættindasáttmálanum snýr seg um rættin hjá børnum at siga sína meining, soleiðis at tey kunnu hava ávirkan á sítt egna lív.

Børn hava rætt til at siga sína meining í málum, sum viðvíkja teimum. Hetta merkir ikki tað sama sum, at børn hava avgerðarrættin, men børn skulu verða tikin við uppá ráð. Meiningarnar hjá børnum skulu verða tiknar við á sama hátt sum meiningarnar hjá øðrum, tá ið myndugleikin umhugsar, hvør avgerð er rættast at taka. Børn eru ikki noydd at siga sína meining. Hava børn ikki hug at taka støðu ella siga nakað, so hava tey eisini rætt til tað. 

Rætturin hjá børnum at siga sína meining er t.d. galdandi í skúlanum. Í onkrum føri eru kanska so stórir trupulleikar við atburðinum hjá einum næmingi, at skúlin tekur avgerð um at flyta næmingin í ein annan skúla at ganga, ella at hann skal hava einaundirvísing. Tekur skúlin eina slíka avgerð, hava bæði foreldur og næmingurin rætt til at siga sína meining, áðrenn skúlin tekur avgerðina.

Børn hava eisini rætt at koma við síni meining, hóast tað ikki beinleiðis snýr seg um eina avgerð. Skúlin er tað staðið, har børn eru størsta partin av degnum. Tí er tað týdningarmikið, at skúlin er eitt gott stað at vera – eitt stað har børn føla seg væl, soleiðis at tey kunnu læra mest møguligt.

 

Dømi:

Tú og vinfólk tíni halda, at vesini í skúlanum eru ólekkur og vilja ikki finna tykkum í hesum longur. Tit fara tí til næmingaráðið í skúlanum, sum gevur tykkum rætt og fer víðari við málinum til skúlastjóran.

Tit hava í roynd og veru rætt til at fara til næmingaráðið. Í lógargrein 12 í Barnarættindasáttmálanum stendur nevniliga, at børn hava rætt til at siga sína meining í viðurskiftum, sum hava samband við tey. Tykkara meining er týdningarmikil, og tað skal lurtast eftir tykkum, áðrenn avgerðir verða tiknar í málum, sum hava við tykkum at gera.

Kanska ger skúlastjórin av, at einki skal gerast. Hann heldur, at tað er nóg reint á vesunum, og at skúlin heldur ikki hevur ráð at gjalda fyri meiri reingerð. So fáa tú og tínir floksfelagir gron, og tit hava hug at kalla skúlastjóran fyri ein býttling. Og eftir lógargrein 13 í Barnarættindasáttmálanum um framsøgufrælsi hava børn rætt at siga sína meining.

Tað er tó ikki eitt gott hugskot at kalla onnur býttlingar, hóast tú hevur hug til tað. At hava rætt til at siga, hvat tú heldur, er ikki tað sama sum, at tú kanst siga hvat sum helst. Tú hevur ábyrgd fyri, at tað, tú sigur við onnur, ikki er vanvirðandi ella særandi.

So í staðin fyri at skelda út og rópa eftir skúlastjóranum er tað betri at klaga til skúlastýrið. Tað kann jú vera, at tey lurta eftir tykkara grundgevingum og taka málið upp.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017