• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Børn hava rætt til privatlív

Lógargrein 16 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn hava rætt til privatlív. Hetta eiga eisini foreldur at virða.

Foreldur hava tó ábyrgdina av børnum sínum, til tey verða 18 ár, og tey kunnu t.d. avgera, hvussu nógv børn teirra skulu vera saman við vinum og øðrum. Tá skulu tey hugsa um, hvat er best fyri barnið og so vítt gjørligt taka atlit til ynskini hjá barninum.

Onnur hava ikki rætt til at lesa sms, boð og teldupost, sum børn senda. Heldur ikki foreldur hava rætt til tað uttan víðari, men tað kunnu vera støður, har tað er betri fyri barnið, at t.d. foreldrini fáa loyvi at síggja samskifti, sum børnini hava við onnur.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017