• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Børn hava rætt til virðilig lívskor

Lógargreinirnar 27 og 31 í Barnarættindasáttmálanum snúgva seg um fátækradømi. Børn hava rætt til virðilig lívskor, soleiðis at tey mennast, sálarliga, kropsliga, andaliga, siðalagsliga og sosialt. Børn hava eisini rætt til at spæla og hava frítíðarítriv.

Tað kann vera torført at máta fátækradømi, ella um vit yvirhøvur hava fátækradømi í Føroyum. Summi halda, at tú bara ert fátækur, um tú ert treytaleyst fátækur, t.e. at tú ikki hevur ráð til bústað, mat, klæðir og eitt sunt lív. Og tað hava næstan øll í Føroyum, siga tey. Onnur vísa á, at tú saktans kanst vera fátækur, hóast tú ikki livir eitt lív tætt at hungursmarkinum. Hevur tú ikki ráð til útferðir, føðingardagsgávur ella ítróttarklæðir, følir tú teg uttanfyri. Tá ert tú treytaður fátækur, tí tú ert fátækur samanborið við hini.

Eitt fátækramark ger tað lættari at gera nakað við trupulleikan, tí tá ber til at semjast um, hvør og hvussu nógv eru fátøk. Í 2014 varð kanning gjørd um tað at vera fátækur í Føroyum. Mett varð, at 359 børn í aldursbólkinum 0 ár til 17 ár vóru fátøk.

Tað eru serliga børn hjá arbeiðsleysum og støkum foreldrum, sum mugu berjast við fátækradømi. Kanningar vísa, at tey ofta trívast illa í skúlanum, verða ofta happað og ganga ikki til ítrótt, sum vinfólkini. Eitt lív í fátækradømi hevur stórar avleiðingar, tí børn, ið vaksa upp í fátøkum familjum, hava verri útlit til at fáa eina útbúgving og arbeiði enn børn, ið vaksa upp í familjum, sum eru fíggjarliga væl fyri.

Hvat hevði tú sagt, um tað altíð vart tú sum:

* ikki kundi sms´a til vinir ella ringja heim, tí tú ikki hevði fartelefon?

* mátti lúgva og siga, at tú ikki tímdi at halda føðingardag, tí tað var pínligt at siga við vinirnar, at tit ikki høvdu ráð?

* ongantíð fór at ferðast og bara sjáldan slapp í biograf?

 

 

Dømi:

Eg eri arbeiðsleys og eri mamma at Jákupi, sum er 8 ára gamal. Eg verði kedd, tá Jákup kemur heim og sigur: “Mamma, nú spyrja hinir aftur, hví eg ikki komi við at venja fótbólt. Men eg havi altso ikki ráð til at gjalda limagjald og keypa honum fótbóltsklæðir og gaggur. Eg havi illa nokk ráð at keypa honum ein ís um summarið. Onkuntíð gerst hann frá sær sjálvum og rópar:” Hví eru vit annarleiðis, eru vit fátøk, mamma? Soleiðis er veruleikin hjá okkum.

Kvinna 26 ár

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017