• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hevur tú tørv á hjálp?

a) Barnabati:

Lívið er ikki altíð so lætt. Bæði børn og ung kunnu føla seg ótrygg, einsamøll og órættvíst viðfarin. Men tað er altíð onkur, sum kann hjálpa tær. Um tú hevur tørv á at tosa við ein vaksnan, sum hevur tíð at lurta, geva tær góð ráð, og sum kann hjálpa tær at loysa ymiskar trupulleikar, vend tær so til “Tú og Eg Ráðgevingina” hjá Barnabata. Eingir spurningar eru býttir, og tú kanst líta á tann, tú tosar við. Barnabati kann eisini hjálpa tær víðari til aðrar felagsskapir og til myndugleikar.

Barnabati hevur tlf. 522011.

Tú kanst eisini kjatta við Barnabata á heimasíðuni www.barnabati.fo ella www.eg.fo.

b) Barnaverndin

Barnaverndin er til fyri øll børn og ung í Føroyum og skal hjálpa og verja børn, sum ikki hava tað gott. Hevur tú trupulleikar heima við t.d. harðskapi ella ert fyri kynsligum ágangi, so skalt tú venda tær til kommununa, har tú býrt. Har er ein barnavernd, sum kann hjálpa tær.

c) Umboðsmaðurin:

Hjá umboðsmanninum arbeiða vit við rættindum hjá børnum og ungum. Tú ert altíð vælkomin at koma inn á gólvið at práta við okkum. Tá tú kemur inn á gólvið hjá okkum, seta vit okkum niður saman við tær og práta um tínar trupulleikar og finna út av, hvussu vit fáa hjálpt tær.

Tú kanst klaga til umboðsmannin, um ein myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum viðvíkur tær, og sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av. Tað kann t.d. vera, at skúlin ella barnaverndin ikki vil hjálpa tær, ella tú ikki hevur havt møguleika at siga tína meining í einum máli, sum viðvíkur tær. Tú kanst t.d. eisini klaga, um tú býrt hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni og heldur, at tú verður skeivt viðfarin.

Tá tú klagar til umboðsmannin, skalt tú í flestum førum hava hjálp frá foreldrum tínum ella teimum, sum hava foreldramyndugleikan yvir tær, men vit kunnu eisini hjálpa tær at skriva eina klagu.

Fáa vit ikki hjálpt tær, hjálpa vit tær víðari við at seta teg í samband við teir myndugleikar og felagsskapir, sum kunnu hjálpa tær.

Skrivstovan hjá umboðsmanninum er:

undir Bryggjubakka 11 (í Vágsbotni)

Tórshavn

Tú kanst ringja til umboðsmannin á tlf. 358500.

Tú kanst eisini skriva til umboðsmannin á teldupostadressuni: bum@(if you can see this please update your browser)bum.fo

Tú kanst lesa um umboðsmannin á: www.bum.fo

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017