• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hjúnaskilnaður

Í nøkrum familjum verða foreldrini skild. Hjúnaskilnaður er ein stór broyting í familjulívinum. Men hóast foreldur verða skild ella ikki búgva saman, so hava børnini rætt til at hava samband við bæði foreldrini.

Í flestum førum finna foreldrini sjálvi út av at gera eina avtalu um, hvar barn teirra skal búgva, og hvør av foreldrunum skal hava foreldramyndugleikan aftaná hjúnaskilnaðin. Men gera tey ikki tað, so taka myndugleikarnir avgerð um, hvar barnið skal búgva, hvør skal hava foreldramyndugleikan yvir barninum, og hvussu ofta barnið skal vera saman við tí foreldrinum, sum tað ikki býr hjá.

Øll børn hava rætt at siga sína meining um, hvar tey hava hug at búgva, og hvussu ofta tey ynskja at vera saman við tí foreldrinum, sum tey ikki búgva hjá. Á henda hátt koma sjónarmiðini hjá barninum fram. Men børn skulu ikki velja millum foreldrini, tí tað er eitt órímiligt val at seta einum barni. Hava børn ikki hug at siga nakað, so hava tey eisini rætt til tað.

 

 

Dømi:

Foreldur míni blivu skild, tá ið eg var 13 ár. Eg minnist, at eg var skelkað, øgiliga kedd og skammaðist eisini, tí eg helt, at foreldur bara blivu skild í familjum, sum vóru illa fyri, og at hetta ikki kundi henda fyri eina vanliga familju sum okkara.

Eg minnist væl, tá eg fekk tað at vita. Vit høvdu sett okkum við døgurðaborðið, tá mamma segði, at tað var nakað, sum hon og babba høvdu at fortelja okkum. So søgdu tey, at tey vóru bestu vinir, men at tey ikki longur elskaðu hvørt annað, og at tey skuldu skiljast. Eg hevði als ikki hugsað um, at hetta kundi henda, tí foreldur míni skeldaðust ongantíð.

Í byrjanini var alt eitt sindur ógreitt. Eg og systkin míni sluppu alt tað, sum vit annars ikki sluppu. Vit sluppu at vera leingi uppi, eta slikk og síggja film. Eg skilti ikki heilt, at mamma og babba skuldu skiljast og vónaði, at tey fóru at finna saman aftur.

Eg fann skjótt útav, at tað ikki er óvanligt, at foreldur verða skild, og at eg ikki var einsamøll í hesi støðu. Tá eg var kedd, stuðlaðu lærararnir mær, og eg tosaði við onnur børn, sum høvdu roynt tað sama. Eg ynskti at búgva hjá mammu míni saman við systkjum mínum, men at vera fast hjá pápa mínum annað hvørt vikuskifti og eisini aðrar dagar inn ímillum, tá eg hevði hug at vera saman við pápa mínum. Tað søgdu foreldur míni vera í lagi.

Hóast eg við hvørt sakni, at pápi mín býr saman við okkum sum fyrr, so eru tað eisini jalig ting við nýggju tilveruni. Pápi mín er giftur aftur, og eg havi fingið eina eyka systur og eina størri familju.

Genta 16 ár.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017