• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Spurningar um barnarættindi:

 

Hvat er Barnarættindasáttmálin?

Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli frá 1989, sum er galdandi í næstan øllum londum í verðini. Føroyar skrivaðu undir Barnarættindasáttmálan í 1992. Barnarættindasáttmálin hevur 54 lógargreinir. Av hesum snúgva 41 lógargreinir seg um týdningarmikil rættindi, sum børn hava.

Hvønn fevnir Barnarættindasáttmálin um?

Barnarættindasáttmálin fevnir um øll børn undir 18 ár uttan mun til, hvaðan tey eru, hvønn húðalit tey hava ella hvørja mentan ella trúgv tey hava.

Hvør hevur givið okkum barnarættindi?

Øll limalondini í ST, sum hava skrivað undir Barnarættindasáttmálan, hava givið øllum børnum undir 18 ár barnarættindini.

Hví hava vit barnarættindi?

Tí at børn eru viðbrekin og skulu hava hjálp og umsorgan. Barnarættindasáttmálin ásetur, at hvørt einstakt barn skal kunna siga sína meining, fáa sín tørv nøktaðan og vaksa upp í tryggleika.

Hvussu vóru barnarættindi í gomlum døgum?

Børn vóru bara ein partur av familjuni og høvdu ikki egin rættindi ella sluppu at siga sína hugsan. Var ein familja fátæk og kundi ikki taka sær væl av einum barni, var tað teirra egni trupulleiki.

Hvussu hevði tað verið, um vit ikki høvdu barnarættindi?

So kundi ST ikki sagt verðini, hvussu børn hava tað í teimum londum, sum hava skrivað undir Barnarættindasáttmálan. Nú mugu tey ymsu londini gera nakað við tað, tá tey fáa at vita, at trupulleikar eru við rættindum hjá børnum í teirra egna landi. Tey ríku londini hava skyldu at gera enn meiri fyri børn, soleiðis at tey kunnu verða fyrimynd fyri tey fátæku londini. Tey ríku londini hava eisini skyldu at hjálpa teimum fátæku londunum.

Hava vit ábyrgd fyri øðrum, tá vit brúka okkara rættindi?

Vit hava eina skyldu fyri øðrum fólkum og eiga at virða rættindi teirra, tá vit brúka okkara egnu rættindi. Til dømis mugu vit ikki gera okkum inn á rættindini hjá øðrum, tá vit siga ella skriva tað, vit hugsa.

Hvørjar eru tær 4 høvuðsreglurnar í Barnarættindasáttmálanum?

· Børn hava rættindi uttan mun til, hvussu tey síggja út, hvat tey trúgva uppá, og hvaðan tey koma.

· Vaksin skulu gera tað, sum er best fyri børn.

· Børn hava rætt til at liva. Landið, sum barnið býr í, skal hjálpa barninum at hava eitt gott lív.

· Børn hava rætt til at hava sína egnu meining, og hana skulu tey vaksnu virða.

Reglurnar í Barnarættindasáttmálanum skulu altíð verða lisnar saman við teimum fýra høvuðsreglunum.

Hvat merkir tað, at børn hava rætt at siga sína hugsan?

Børn hava rætt til at siga sína hugsan, bæði sum einstaklingar og sum bólkar, í málum sum viðvíkja teimum. Hetta merkir ikki, at barnið neyðturviliga skal fáa sín vilja, men at myndugleikarnir skulu lurta eftir sjónarmiðinum hjá barninum og hava tað í huga, tá ið myndugleikin tekur eina avgerð, sum viðvíkur barninum.

Hvussu eru barnarættindi í fátækum londum?

Fátæk lond hava altíð havt torført við at skapa eitt gott lív bæði fyri børn og vaksin. Men tað eru nøkur rættindi, sum ikki kosta pengar at virða. Til dømis kostar tað einki at lurta eftir, hvat børn halda. Tað kostar heldur einki, at børn fáa teirra egna navn.

Hvørji rættindi í Barnarættindarsáttmálanum heldur tú eru tey týdningarmestu fyri føroysk børn og hví?

............................................

Hvønn kunnu børn venda sær til um teimum tørva hjálp?

Børn, sum tørva hjálp, kunnu venda sær til ein vaksnan, sum tey hava álit á og sum kann hjálpa teimum víðari. Børn, sum hava trupulleikar, kunnu eisini venda sær beinleiðis til barnaverndina í kommununi, har tey búgva, ella til Barnabata. Barnabati hevur eina ráðgeving, sum eitur “Tú og Eg”, sum hjálpir børnum og gevur teimum góð ráð.

Hvønn kunnu børn klaga til, halda tey seg ikki vera rætt viðfarin av myndugleikunum?

Hevur ein myndugleiki tikið eina avgerð, sum viðvíkur einum barni, og barnið heldur, at avgerðin er skeiv, kann barnið klaga til Løgtingsins umboðsmann.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017