• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Bawke er kurdiskt og merkir pápi. Tað er heitið, sum Hisham Zaman hevur givið einum norskum stuttfilmi, sum hann gjørdi sum upplegg til kjak um flóttafólk í 2005. Hisham var sjálvur ungur, tá hann flýddi úr Irak til Noregs at búgva. Í filminum Bawke lýsir Hisham pápan og sonin, sum flýggja úr heimlandinum, har ikki er verandi fyri kríggi. Teir báðir ferðast gjøgnum Evropa og til Norðurlond. Pápin vil gera alt fyri sonin, so hann fær eitt gott lív í einum tryggum landi. Á hættisligu ferðini hevur drongurin bara pápan og eitt spælikort við einum kendum fótbóltssapælara á at halda seg til. Einsamallir eru teir saman, men einaferð mugu teir skiljast.

 

  • Hyggið eftir Bawke í felag. Hann varir 15 minuttir.
  • Tá filmurin er liðugur, blunda tit í ein minutt.
  • Skrivið niður teir tankar og tær kenslur, sum filmurin gevur tykkum.
  • Kenna tit pápan og sonin, nú filmurin er liðugur?
  • Hvussu man fara at gangast teimum báðum?
  • Takið støðu til fyrimyndir í gerandisdegnum hjá okkum øllum. Hvørja fyrimynd hevur drongurin uppi á sær? Hvat gevur fyrimyndin dreinginum?
  • Søgan er ein stuttur spælifilmur, sum er fiktión. Men kundi søgan verið verulig, ein heimildarfilmur? Er nakað, sum bendir á, at søgan kundi verið verulig og send í Degi og Viku?
  • Kjakist í felag um stuttfilmin og um hann setur okkum inn í støðuna hjá flóttafólkum, so vit betur skilja teirra tørv.
  • Takið støðu til, um filmur yvirhøvur er ein góður miðil, sæð í mun til aðar miðlar, tá vit skulu læra fremmand fólk at kenna.
  • Hugsa tær eitt tiltak, har tú skalt vísa filmin Bawke. Tú skalt siga nøkur orð áðrenn sýningina, so fólk vita, hvat hetta er fyri filmur. Hvat hevði tú sagt?
  • Hevði tú víst filmin í tínum føðingardegi?
  • Gevið filminum Bawke eitt stutt ummæli.
 
 

Um temasíðuna

Eitt evni, ið hevur fingið nógva umtalu í miðlunum hesa seinastu tíðina, er flóttafólk, sum koma til Evropa.

Sambært marknaeftirlitinum í ES,  komu 107.500 fólk til Evropa í juli í 2015. Flestu flóttar, sum koma til Evropa, eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.

Temasíðan um flóttafólk kann verða brúkt í lærugreinunum søgu og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnað.

Temasíðan er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017