• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um temasíðuna

Eitt evni, ið hevur fingið nógva umtalu í miðlunum hesa seinastu tíðina, er flóttafólk, sum koma til Evropa.

Sambært marknaeftirlitinum í ES,  komu 107.500 fólk til Evropa í juli í 2015. Flestu flóttar, sum koma til Evropa, eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.

Temasíðan um flóttafólk kann verða brúkt í lærugreinunum søgu og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnað.

Temasíðan er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.

 

Flýggjan

Evnið flóttafólk kann tykjast at vera eitt ógvuliga stórt evni, at taka upp í miðdeildini. Flóttafólk hava altíð verið, og evnið kann snúgva seg um alt frá ísrealsfólki í útlegd, til jødatýning í Nazi-Týsklandi, ella flýggjan undan náttúruvanlukkum og kríggi um allan heim beint nú.

Í hesum upplegginum verður dentur lagdur á, at næmingarnir fáa innlit í, hvussu tað er at vera flóttafólk. Hetta kann menna førleikan at skilja og góðtaka menniskju úr øðrum mentanum og við øðrum átrúnaði. 

Evnið er býtt í trý:

  • Flýggjan - hvat er tað?
  • Hví flýggja menniskju?
  • At búgva í flóttafólkalegu

Afturat hesum eru uppskot um bóltspøl o.a., sum leggja upp til at práta um kríggj, flóttafólk og at flýggja. 

Tilfar til læraran og uppgávur til næmingarnar eru í høgra bredda.

 

 

 

 

Vegleiðingar og uppgávur

Flýggjan - hvat er tað?

Til læraran

Uppgáva 1

Uppgáva 2

Hví flýggja menniskju?

Til læraran

Uppgáva 3

At búgva í flóttafólkalegu

Til læraran

Uppgáva 4

Uppgáva 5

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017