• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Kongar og jallar í Føroyingasøgu

Tað hevur verið kjakast nógv um, hvørt Føroyingasøga er søga ella skaldskapur, og hella granskarar í dag mest til, at hon er skaldskapur, tó at hon er ein virðismikil dýrgripur sum heimild um søgutíðina.

Hendingarnar í Føroyingasøgu fara fram uml. 950-1030, men Føroyingasøga er skrivað uml. 1210-1215, og tá var tað enn ikki vanligt at nýta Kristi føðing til tíðarfesting - sonevnd absolutt kronologi - so høvundurin nevnir eingi árstøl. At tíðarfesta hendingarnar verður gamli siðurin at seta hendingar í samband við aðrar hendingar nýttur -sonevnd relativ kronologi - t.d. stórar og kendar bardagar, stjórnarár hjá kongum og jallum.

Tað er trupult at meta um, hvussu álítandi Føroyingasøga er sum søgulig kelda, tí lítið og einki av øðrum keldutilfari er at bera saman við og stuðla seg til, tí kunnu vit ikki við vissu siga, um t.d. Sigmundur ella Tróndur hava livað. Fyri at økja um trúvirði í Føroyingasøgu nevnir høvundurin nógvar ymsar kongar og jallar. Við tað at hesir eru kendir úr øðrum keldutilfari, og vit vita nær teir hava livað, kunnu vit brúka teir til at tíðarfesta hendingarnar í søguni.

Vert er at hava í huga, at Noreg stóran part av tíðini, tá hendingarnar í Føroyingasøgu fara fram, ikki var eitt savnað ríkið, og tí kundu tað vera fleiri kongar samstundis.

Onkrir av teimum kongum og jallum, ið vera viðgjørdir her eru ikki nevndir í Føroyingasøgu, men teir hava stóra ávirkan á stjórnarviðurskiftini í Norðurlondum í tíðarakeiðinum, tá ið hendingarnar í Føroyingasøgu fara fram.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017