• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Eirikur Sigursæli (945?-uml. 995)

Eirikur Sigursæli var svenskur kongur uml. 970-uml. 995. Hann er tann fyrsti svenski kongurin, sum vit við vissu vita nakað um, men hvørt hann kann roknast sum kongur yvir øllum Svøríki er tó ivasamt, tí sonur hansara Ólavur Skotkonung Eiriksson er tann fyrsti svenski kongurin, har tað er skjalfest, at hann var góðtikin av bæði svium og gøtum.

Eitt tíðarskeið ráddi Eirikur Sigursæli eisini í Danmark eftir, at hava vunnið á Sveini Tjúguskegg í bardaga.

Vit hoyra um Eirik Sigursæla í kap. 19 í Føroyingasøgu í sambandi við, at Hákun jallur vil hava Sigmund at hevna drápið á tólv norskar keypmenn.

“Um hetta mundið ráddi fyri Svøríki Eirikur kongur hin Sigursæli, sonur Bjørn, ið var sonur Eirik Oyvindarson (skal vera Oymundarson). Hann var mætur kongur.

Ein veturin vóru tólv norskir keypmenn farnir eystur um Kjøl til Svøríkis. Og tá ið teir komu inn í Svøríki, høvdu teir keypstevnu við fólkið har, og á keypstevnuni kom ilt ímillum teirra, og ein norðmaður drap ein svenskan mann. Og tá ið Eirikur kongur frættir hetta, sendir hann hirðgestir sínar hagar og letur drepa hesar tólv menninar.

Og um várið, nú spyr Hákun jallur, hvagar Sigmundur ætlaði sær at leggja leiðina um summarið. Sigmundur segði, at tí skuldi hann ráða fyri.

Hákun jallur mælti: “Tað hevði eg viljað, at tú fórt nakað nær ríkinum hjá Svøríkis kongi og mintist svenskarum tað aftur, at teir drupu tólv av mínum monnum her fyri í vetur, og ikki er tað hevnt.””

 

Keldur:

Føroyingasøga

Wikipedia

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017