• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hákun jallur Eiriksson (995-1029)

Hákun er sonur Eirik Løðujall og Gyðu Sveinsdóttir, dóttir Svein Tjúguskegg. Sostatt var Hákun abbasonur danska kongin Svein Tjúguskegg, systirsonur Knút Sveinsson, sum seinni gjørdist kongur undir navninum Knútur Mikli, og Hákun var eisini bróðursonur Svein Løðujall.

Hákun gjørdist Løðujallur í 1012, saman við pápabeiggjanum Sveini eftir, at Eirikur jallur var farin til Onglands við Sveini Tjúguskegg og Knúti Mikla. Samstundis gjørdist Hákun norskur kongur undir Sveini Tjúguskegg.

Tá ið Ólavur Halgi Haraldsson kom til Noregs í 1015 flýddi Hákun til Onglands. Knútur kongur tók væl ímóti honum har, og gjørdi hann til jall í Worcester. Onkrar keldur vilja vera við, at hann ráddi í Suðuroyggjum frá 1016 til 1030.

Í Føroyingasøgu manglar eitt stutt brot, ið sigur frá hesum hendingum, at Eirikur jallur ráddi fyri Noregi í 12 ár, áðrenn hann fór vestur til Onglands. Hákun, sonur hansara, tók tá við og ráddi saman við Sveini, pápabeiggja sínum, í trý ár. Hetta innihald sæst í íslendskum rímum, sum eru yrktar yvir evni í søguni. Í 1015 kom Ólavur Halgi til Noregs og rak jallarnar burtur. Tá ið tað frættist í Føroyum, vóru fáir, ið góvu tí stórvegis ans, men Tróndur var heldur fáorðaður.

Í 1028 ráddi Hákun jallur Eiriksson aftur í Noreg. Hesa ferð undir danska konginum Knúti Mikla. Hetta hendi eftir, at allir stórmenninir vóru farnir frá Ólavi Halga, so hann mátti flýggja undan Knúti.

Hákun jallur doyði longu árið eftir í 1029. Hann hevði verið í Onglandi, og á heimleið til Noregs gekk skipið burtur. Hann var seinasti maður av Løðujallaættini, ið var einasta ættin, sum kundi kappast við ættarmenn Haralds Hárfagra um Noregs krúnu.

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017