• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haraldur Gráfeldur (?-970)

Í øðrum kapittuli í Føroyingasøgu fáa vit at vita, at Tróndur í Gøtu er í Noreg meðan Haraldur Gráfeldur er kongur har. Føroyingasøga sigur eisini, at Havgrímur í Suðri hevði helmingin av Føroyum í len frá Haraldi Gráfeldi, samstundis sum Brestir og Beinir hava hin helmingin í len frá Hákuni jalli. Hetta man ikki vera heilt rætt, tí hvørgin teirra man hava havt nakað vald í Føroyum, og orðið len (lánorð úr týskum - Lehn) var ikki komið inn í norrønt mál so tíðliga.

Haraldur 2. (Eiriksson) Gráfeldur var norskur kongur í tíðarskeiðnum uml. 955- 970. Vit vita ikki nær hann varð føddur, men hann doyði í 970. Hann var abbasonur Harald Hárfagra og sonur Eirik Blóðøks og Gunnhild Gormsdóttir, men hann varð fostraður upp hjá danska konginum Haraldi Blátonn, sum var mammubeiggi hansara. Haraldur Gráfeldi og brøðurnir verða róptir Eirikssynirnir.

Eirikssynirnir vóru í støðugum stríði við pápabeiggjan Hákun Góða kong, eftir at hann hevði rikið pápa teirra úr Noregi. Við stuðli frá Haraldi Blátonn sigraðu Eirikssynirnir á Hákuni Góða í bardaganum í Fitjum í 961. Haraldi Blátonn setti sum treyt fyri at hjálpa Eirikssynunum, at teir skuldu stýra Noregi sum lýðkongar hansar, um teir vunnu. Eftir hetta gjørdist Haraldur Gráfeldi kongur, og ráddi saman við fýra yngri brøðrum undir danakongi.

Eirikssynirnir ráddu nú á Vesturlandinum, men ynsktu meiri vald og royndu at leggja størri part av Noregi undir seg. Teir fóru tí í stríð við Hákun jall Sjúrðarson, sum sat við valdinum í Trøndaløgum og Norðurnoregi. Haraldur Blátonn ynskti ikki, at Eirikssynirnir skuldu fáa alt ov nógv vald og valdi tí at stuðla Hákuni jalli í stríðnum.

Í 970 varð Haraldur Gráfeldur biðin um at koma til Danmarkar, men á ferðini higar varð hann dripin í einum slysálopi. Brøðurnir rýmdu úr Noregi, og Haraldur Blátonn lat valdið í Noregi til Hákun jall.

Viðurnavnið Gráfeldur fekk Haraldur eftir, sambært Søgu Harald Gráfeldar í Heimskringlu eftir Snorra Sturluson, at hann hevði møtt einum íslendskum handilsmanni, ið seldi skinn, men sum ikki slapp av við veðraskinn. Haraldur spurdi handilsmannin, um hann vildi lata sær eitt skinn, og tað vildi hann. Haraldur valdi sær ein gráan feld, og eftir tað seldi handilsmaðurin øll síni skinn, og kongurin varð kallaður Haraldur Gráfeldur síðan hendan dag.

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017