• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólavur Trygvason (uml. 968-1000)

Ólavur Trygvason var føddur í 960-árunum og var norskur kongur frá 995 til hann doyði í ár 1000. Ólavur Trygvason var sonur Trygva Ólavsson, sum var ein av undirkongunum hjá Hákuni Aðalsteinsfostra í Víkini og av Hárfagraættini - fyrsti norski kongurin, Haraldur Hárfagri, var langabbi Ólav. Í øllum førum verður hetta brúkt sum próvførsla fyri at rættvísgera kravið um at gerast norskur kongur.

Eftir at Ólavur Trygvason hevði sigrað á Hákuni jalli og vunnið sær valdið sum Noregs kongur í 995, gjørdist Sigmundur Brestisson hansara maður. Sigmundur er valdsmaður kongs yvir øllum oyggjunum (Føroyum) og flýggjar Ólavi kongi skatt. Ólavur kongur setti Sigmundi sum treyt fyri at gerast kongsins maður, at hann skuldi lata seg doypa og fáa føroyingar at taka við nýggju trúnni.

Ólavur Trygvason vaks upp í útlegd í Russlandi. Eftir nøkur ár í víkingi varð hann doyptur í Onglandi í 994, árið fyri, at han kom til Noregs at gera krav upp á kongsvaldið. Tróndur tóku hann til kong á Oyrartingi, og seinni varð hann viðurkendur sum kongur í Víkini, á Vesturlandinum, á Hálogalandi, og við honum byrja norskar kongsroyndir, ymiskt eydnaðar, at leggja upprunaliga norsk niðursetursamfeløg fyri vestan undir norskt kongsvald.

Ólavur Trygvason var ein týðandi tjóðarbyggjari. Hann vildi miðsavna valdið í eitt kristið ríki. Hetta ríkið skuldið byggjast á toftirnar av tí heidna høvdinga- og tingsamfelagnum. Stjórnartíð hansara er tí merkt av ríkissavnan og kristnan. Tað var hann, ið læt tað fyrstu kirkjuna í Noregi byggja í 995, og í 997 grundaði hann Tróndheim. Kanska var tað á hansara døgum, at føroyingar, íslendingar og grønlendingar tóku við kristindóminum. Føroyingasøga sigur frá, at eftir at Sigmundur Brestisson var vorðin kongsins maður, fór hann til Føroya við prestum og vildi kristna føroyingar.

Kongstíð Ólavs Trygvasonar var stutt. Trúarpolitikkur hansara - kristningin - fekk mótstøðu; men serliga vóru tað viðurskiftini við danakong, sum feldu hann. Sveinur kongur Tjúguskegg fekk son Hákunar jals, Eirik jall, í part við sær og harafturat Svøríkis kong, Ólav Skotkonung. Afturímóti tykist Ólavur Trygvason at hava leita sær stuðul eystanfyri - hjá Bolislav hertoga av Póllandi, sum hevði lagt Vendland undir seg og harvið kundi leggja trýst á danir. Í hinum tiltikna bardaganum í Oyrarsundi móti tveimum kongum og einum jalli fall Ólavur Trygvason um ár 1000 (HJD).

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017