• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sveinur jallur Hákunarson (?-uml. 1016)

Jallarnir Sveinur og Eirikur taka við valdinum í Noregi eftir, at Ólavur Trygvason er deyður í ár 1000, og í kap. 35 í Føroyingasøgu fáa vit at vita, at Sigmundur Brestisson nú gerst hirðmaður hjá banamonnum Ólavs kongs, eins og hann hevði verið tað hjá faðir teirra Hákuni jalli .“Jallarnir Sveinur og Eirikur sendu boð út til Føroya til Sigmund Brestisson, at hann skuldi koma á teirra fund. Sigmundur legst ikki á boðini og fer til Noregs og hittir jallarnar norðuri á Løðum í Tróndheimi. Teir taka væl ímóti honum og sera hjartaliga; minnast nú aftur á gamalt vinarlag. Sigmundur gjørdist nú hirðmaður teirra. Teir geva honum Føroyar í len, og teir skiljast í mesta blídni og vinskapi. Sigmundur fer út til Føroya um heystið.” Hetta við, at Sigmundur fær Føroyar í len, man ikki vera heilt rætt, tí hvørgin teirra man hava havt nakað vald í Føroyum, og orðið len (lánorð úr týskum - Lehn) var ikki komið inn í norrønt mál so tíðliga.

Sveinur var jallur á Løðum í Tróndheimi (uml. 995-1015), har hann ráddi saman við bróðir sínum Eiriki jalli Hákunarson. Føroyingasøga sigur, at “teir sótu fyri tað mesta á Løðum í Tróndheimi á faðirleivd síni; mesti styrkur teirra var eisini har, ið teir høvdu ættarbond síni. Tó var Eirikur fremri av brøðrunum í øllum lutum.”

Flestu søgur siga, at Eirikur og Sveinur Løðujallar tóku við kristnari trúgv, í øllum førum formelt. Hetta var taktiskt gott, tí teir høvdu tørv á stuðli frá kristnu kongunum í Danmark og Svøríki.

Eftir bardagan í Svoldur gjørdist hann kongur í Noregi saman við beiggjanum Eiriki fram til 1012, og frá 1012, tá ið sonur Eirik jall, Hákun Eiriksson, tók við eftir pápan fram til 1015. Sveinur var undirkongur hjá Ólavi Skotkonung Eirikssyni og Eirikur og Hákun vóru undirkongar hjá Sveini Tjúguskegg.

Í 1015 kom aftur ein mætur víkingur heim til Noregs at krevja kongsvald. Hann hevði verið í mangari orrustu í Fraklandi, Onglandi, møguliga heilt suðri í Spania. Hesin maður var Ólavur Haraldsson. Í bardagnum í Víkini pálmasunnudag í 1016 vann Ólavur á Sveini jalli, og fekk valdið í øllum Noregi.

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017