• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sveinur Knútsson (uml. 1016-1036)

Sveinur Knútsson verður eisini róptur Sveinur Alfivason. Sveinur var sonur danska kongin Knút Mikli. Sveinur og mamman Alfíva ráddu í Noregi 1030-35 sum umboð fyri Knút Mikla í Danmark. Tey vóru illa dámd, og Sveinur fekk ongantíð nakað veruligt vald í Noregi.

Vit hoyra um tey í kap. 50 í Føroyingasøgu, har tey verða brúkt sum ein tíðarfesting fyri nær Sigmundur, sonur Tóru og Leiv, fór til Gøtu til fosturs hjá Tróndi. Hann var tá tríggjar vetrar og tað vænasta mansevni, og har vaks hann upp.

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Wikipedia

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017