• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Brestir Sigmundsson

Brestir var sonur Sigmundar (Gøtuskeggja, bert bróðurin Torbjørn verður umtalaður sum Gøtuskeggi). Brestir og bróðirin Beinir vóru viðgitnir menn og vóru høvdingar yvir helvtini av oyggjunum og høvdu hana í len frá Hákuni jalli Sjúrðarsyni (935-995), sum sat við valdinum til 995, sum tá hevði ríki inni í Tróndheimi. Báðir vóru hirðmenn jalsins og kærstu vinir hansara. Teir høvdu høvdingasetur í Skúvoy og eitt minni búgv í Dímun.

Brestir bar av øllum monnum, bæði í stødd og styrki. Hann var vápnafimasti maður í øllum oyggjunum. Hann var prúður maður og var ógvuliga fimur til allar leikir. Hann var vitur maður og lógkønur. Hann var vinsælur við allar sínar vinir. Hann var ikki giftur, men hevði frilluna Cesiliu. Tey bæði áttu sonin Sigmund Brestisson. Í soninum, Sigmundi, sást tíðliga gott mansevni.

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017