• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eyð hin Djúphugaða

Eyð hin Djúphugaða (834–900) (hevur ymisk nøvn í ymsu útgávunum – VUH nevnir hana Eyður hin Findarríka) er ættmóðir Gøtuskeggja, tí hon á veg til Íslands, bar við land í Føroyum og gifti burtur ommudóttrina Óluvu, dóttur Torsteins Reyða, har. Eingi ættarbond verða lýst.

Í Laksdøla søgu eru hennara ættarliðir lýstir, og har fáa vit at vita, at hon var dóttir Ketil Flatnev, og verður hon lýst sum satt konubrot. Søgan nevnir, at hon lat í loyndum byggja knørr uppi í einum skógi fyri at sleppa sær burtur úr ófriðarliga Skotlandi til Íslands, og eingin maður veit at siga um nakað konufólk, sum hevur megnað at sleppa úr so nógvum ófriði við so stórum fylgi og so miklum fæ (Laksdøla søga 1965:8). 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017