• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tollakur Gøtuskeggi

Tollakur var bróðir Trónd í Gøtu. Hann verður ikki lýstur (hann er ein skuggapersónur), men vit fáa at vita, at hann var eldri enn bróðurin Tróndur, og at stórur aldursmunur var á teimum báðum. Hann var giftur og var hjá pápa sínum í Gøtu. Stutt eftir giftuna, doyði pápin.

Bæði Tollakur og Tróndur ynkstu heimabúgvið. Teir kastaðu lut um jørðina, og Tróndur vann lutakastið. Tollakur royndi at bjóða Tróndi leysafæ fyri at fáa búgvið, men til fánýtis. Eftir hetta fór hann burtur haðani og fekk sær annan bústað í oyggjunum (VUH:2).

Tollakur var faðir Sjúrð Tollaksson og Tórð Lága.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017