• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tórir 11 ár

Tórir Beinisson

Tórir Beinisson (959-1005) var sonur Beinir Sigmundarson og frilluna Tóru. Hann var tvey ár eldri enn  Sigmundur Brestisson. Hann var ellivu ára gamal, tá ið hann misti pápa sín og varð seldur saman við Sigmundi til Noregs sum trælur, og har vaks hann til mans hjá Úlvi saman við Sigmundi. Einki frættist um privata lívið hjá Tóri. Vit vita ikki, um hann hevði konu og børn.

Á sama hátt sum Beinir verður sammettur við Brestir, verður Tórir sammettur við Sigmund, og niðurstøðan er altíð hin sama: Hann var góður, men ongantíð javnur hin.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017