• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Turið Torkilsdóttir

Turið var dóttir Úlv og Ragnhild. Úlvur var loyninavn fyri Torkil Turrafrost. Hetta loyninavn nýtti hann, meðan hann var dømdur útlagin. Hon vaks upp burturi í óbygdum á Dovrefjalli í Noregi.

Um Turið stendur at lesa, at hon var ein hin fríðasta gentan til útsjóndar og hásinnað (VUH:18). Eisini fáa vit at vita, at Turið var ikki minni dugandi til vápna enn ein og hvør maður (BN:90). Eftir deyða Sigmundar Brestisson varð Turið nevnd megineinkjan. Hon sat á høvdingasetrinum í Skúvoy og ráddi saman við Tóru og synunum.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017