• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Stjórnarskipanarmálið – Læraravegleiðing

Ætlanin við hesum tilfari er, at næmingarnir í 9. flokki skulu fáa innlit í politisku og mentanarligu forsøguna, ið leiddi upp til, at føroyingar 14. september 1946 fingu valið í millum loysing og at velja eitt uppskot frá donsku stjórnini um, hvussu Føroyar skuldu stýrast eftir seinna kríggj.

Talan er um eina framløgu upp á 36 síður, sum sæst temasíðu á Snar, og trimum sløgum av skrivligum avbjóðingum, sum næmingarnir kunnu arbeiða við aftaná.

Tankin er, at fimm lektiónir (dupult-tímar) verða brúktir til arbeiðið.

Soleiðis arbeiddi Bergur Rasmussen, lærari, við næmingunum í 9. flokki:

1. Fyrsti parturin av framløguni (síða 1-13) verður vístur upp á talvuna.
Í hesum parti verður í stuttum greitt frá tíðini frá at miðøld fram til tjóðskaparligu vekjanina seinast í 1800 talinum.
Her verður greitt frá, hvussu Føroyar fóru frá at vera norskt skattland í víkingatíð til at gerast danskt amt við egnum amtmanni, og um hvussu løgtingið varð endurreist.
Tjóðskaparrørslan og hvussu hon klovnaði, og annars gongdin fram til tretivu árini fáa eisini umrøðu í hesum tímanum.

2. Tráðurin varð tikin upp, har hann varð sleptur í fyrsta tímanum. (síða 14-21)
Næsti dagurin var fyrst og fremst brúktur at lýsa gongdina í krígnum við serligum atliti til støðuna í Føroyum. Her er jú ovmikið at tríva í, og næmingarnir spyrja óført.
Passandi er at enda við ólavssøkutingsetuni í 1945.

3. Triði og seinasti tími verður so brúktur til sjálvt ”Stjórnarskipanarmálið”. (síða 22-36)
Hesin parturin endar logiskt í 1948.

4. Næmingarnir fáa útflýggjað hefti við skrivligum avbjóðingum. Trý sløg av avbjóðingum eru til teirra at gera í hesum sambandi.
Spurningar: Her er talan um ”kjekk”-spurningar, har næmingarnir (lærarin) kunnu tryggja sær, at teir hava fatað tað, ið stendur í framløguni, tí svarini upp á allar spurningarnar standa at lesa í tekstinum, sum er gjøgnumgingin.
Uppgávur: Her er talan um ”útdýpandi” spurningar, har næmingarnir heima (við net- og bókasavnsatgongd) skulu gera egnar kanningar av nøkrum av málunum, sum nevnd verða í framløguni. (Hesar ”uppgávur” eru ætlaðar sum heimaarbeiði)

5. Kjakevni: Her er talan um, at næmingarnir saman viðgera og greina sína vitan viðvíkjandi evninum. Ætlanin er, at nú teir hava fingið størri vitan um evnið, kunnu næmingarnir brúka sína vitan í kjaki um nakrar av teimum stóru spurningunum, ið reistir eru í samband við málið um Stjórnarskipan Føroya.
Ætlanin er so, at næmingar í hesum síðsta tímanum lata inn heftið við svarum, so lærarin fær høvi at meta um avrik teirra.

Bergur Rasmussen, sum hevur gjørt tilfarið, sigur, at hetta kann vera ein rættiliga stórur gloypibiti – og sjálvandi er ymiskt, hvussu samrøðan gongur millum lærara og næmingar viðvíkjandi teimum spurningum, ið tiknir verða upp. 

© Svikmøllen 1946 Mogens Dam (1897-1979)
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017