Skip to main content

The open road

Ein innari og ein ytri vegur

 

dissertation que desire t on buying a dissertation bbc bitesize ks3 homework helpThe Open Road er evnið í bókmentum av beatnik-slagnum, sum eru blivnar kendar í USA síðani 1950’árini. Í filmsbrotinum høgrumegin greiður Oddfríður Marni Rasmussen, sum er rithøvundur og lærari, frá um bókmentaliga hugtakið The Open Road.

 

Uppgáva:

1. Hvussu fatar tú tað, at ein ítøkiligur vegur kann verða opin og sjónligur fyri øllum, og at sami vegur kann verða sinnisligur og bara sjónligur fyri tær?

At ferðast í yrkingum

 

Oddfríður hevur ferðast í USA og stjórnar tíðarritinum Vencil. Umframt nýggjar tekstir hjá føroyskum høvundum, eru eisini umsettir tekstir hjá amerikanskum beatnik høvundum at lesa í Vencili. Í filmsbrotinum høgru megin greiðir Oddfríður frá, hvussu amerikanskir rithøvundar settu sær fyri at uppliva, granska og kortleggja USA í 1950’unum.

 

Uppgávur:

1. Greið frá ferðini hjá amerikansku rithøvundunum, sum Oddfríður fortelur um. Havt vildu teir kortleggja?

2. Hevur tú nakrantíð ferðast í fremmandum londum?

3. Um so er, hvat hevur tú serliga sæð, ella heft teg við, tá tú hevur ferðast í fremmandum londum?

4. Kann tað henda, at tú hevur heimstaðin í huga, tá tú ferðast?

5. Kann tað hugsast, at fólk úr somu bygd hava ymsar upplivingar av sama ferðastað um somu tíð?

Blits!

Høgrumegin greiðir Oddfríður frá, hvør hann er, og hvussu hugtikin hann er av amerikansku rithøvundunum, sum verða nevndir beatniks. Í bókini Gráir týdningar (2003) er Oddfríður á ferð í USA. Hann skrivar tekstir um amerikansku forsetarnar Ronald Regan og Richard Nixon.

Her er er teksturin Blits!, sum er um Ronald Reagan.

 

Uppgávur:

1. Les tekstin upp fyri flokkinum.

2. Hvussu fata tit tekstin, og hvørja kenslu hava tit í flokkinum eftir upplesturin?

3. Hvønn týdning hevur seinasta orðið?

4. Nær var Ronald Regan forseti?

5. Hvat gjørdi Ronald Regan innan hann bleiv forseti?

6. Hvør er ítøkiliga hendingin, sum teksturin Blits sipar til?

7. Eftir hendingina kom fram, at gerningsmaðurin var ávirkaður av filminum Taxi Driver (1976) og forelskaður í Jodi Foster. Skulu filmar og telduspøl, sum ávirka ungfólk til dráp og drápsroyndir, bannast?

Í somu bók eru tekstirnir “Tampico, Illinois" og "Minnislepi Ronald Reagans", ið eisini eru um amerikanska forsetan Ronald Reagan.