• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

At vara um onnur

Søga úr Kina

 

Í hesi søguni hitta vit ein keisara, sum bara hugsar um seg sjálvan. Hann heldur dóttur síni inni í borgini, tí hann vil, at hon skal vera hjá honum alla ta somlu tíðina. Men ikki so langt haðani býr ein ungur maður, sum vil hjálpa henni. Hann vágar sær inn til keisaran við nøkrum kurvum. Hann hevur í hyggju at lumpa keisaran. Lurtið nú!

Eg havi ikki hoyrt so skaft

Einaferð var tað ein keisari, sum bara átti eina dóttur. Keisarin var góður við dóttur sína og vildi ikki, at hon nakrantíð skuldi giftast burtur. Tí helt hann hana innibyrgda á borgini.

Nógvir ungir menn komu á gátt. Teir høvdu hug at giftast við gentuni, tí hon var bæði fitt og vøkur. Keisarin helt, at tað var torført at halda øllum fríggjarunum burtur frá borgini, so hann fann upp á ráð. Hann segði, at um onkur teirra kundi siga honum okkurt, hann ongantíð hevði hoyrt fyrr, so skuldi hann fáa dóttrina til konu. Keisarin visti, at hetta var ógjørligt, tí hann hevði hoyrt alt, ið hoyrast kundi.

Prinsar, riddarar og ungir harrar komu úr øllum ættum at royna at vinna keisarans dóttur. Teir søgdu keisaranum frá ymiskum, teimum hevði verið fyri. Nógvar søgur vóru spennandi og nærum ótrúligar. Men hvørja ferð segði keisarin: “Á, tað havi eg hoyrt fyrr,” ella “tað hoyrdi eg fyri nógvum árum síðani.”

Tætt við borgina búði ein fátækur kurvamakari. Hann hevði hoyrt um prinsessuna, sum sat innibyrgd á borgini. Hann kendi á sær, at tað var hansara ábyrgd at fáa hana út haðani. “Mær nýtist ikki at giftast við henni,” hugsaði hann, “men hon skal hava sítt frælsi sum vit onnur.” Hann hugsaði seg gjølla um. So gjørdi hann sjey stórar kurvar og fekk nakrar vinir at bera kurvarnar niðan á borgina.

Við teimum sjey kurvunum fór hann soleiðis fram fyri keisaran. Keisarin undraðist og segði: “Hvat hendir her?”. Kurvamakarin neig fyri keisaranum og segði: “Far ikki við teimum fátøku sum tjóvar.” “Ha?” segði keisarin bara. “Øll vita, at tú ert ríkur, og eg eri fátækur,” segði kurvamakarin. “Men hví? Jú, tí tín abbi lænti sjey kurvar av gulli og silvuri frá mínum abba, og hann rindaði ongantíð aftur. Og nú eri eg komin at fáa alt gullið og alt silvurið aftur.”

Keisarin var ovfarin. “Hetta havi eg ikki hoyrt um fyrr,” læt í honum. “Hvat segði tú?”  svaraði kurvamakarin. Keisarin var ráðleysur og segði: “Eg havi hoyrt tað fyrr, eg havi, eg havi hoyrt um tað...” Hann skilti, at kurvamakarin hevði lumpað seg.

Øll fólkini, sum har vóru, gjørdust ovurfegin og fóru at rópa: “Prinsessuna ella gullið!”

Prinsessan kom til sjóndar. Hon hevði hoyrt alt. Hon fór til kurvamakaran, tók í hondina á honum, og saman fóru tey út í frælsið.

Uppskot til hugvekjandi samrøður

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Hin klóki kurvamakarin lumpaði keisaran. Sama, hvat keisarin svarar, so tapir hann. Svarar hann, at hann ongantíð hevur hoyrt um tær sjey kurvarnar, so missir hann prinsessuna. Svarar hann, at hann hevur hoyrt um kurvarnar, so má hann gjalda kurvabindaranum eina rúgvu av gulli og silvuri.

Hugsa tær, at tú ongantíð hevur stolið nakað í tínum lívi. So kemur brádliga ein og sigur: “Ert tú givin at stjala?” Hvat hendir, um tú svarar ja ella nei til hendan spurning? Hvat kanst tú heldur svara?

2. Var keisarin óndur? Kanska skilti hann ikki, at prinsessan helt tað vera keðiligt at vera innistongd? Ella átti hann at vitað, at ongum menniskja dámar at vera innibyrgt?

Heldur tú, at keisarin hevði hildið prinsessuna innibyrgda, um hann visti, at henni ikki dámdi tað? Klára vit at vera ónd ímóti øðrum, um vit skilja, hvussu ilt tey fáa?

Hugsa tær, at prinsessan ikki vildi siga nakað við keisaran, tí hon var bangin fyri at særa hann. Kunnu vit so siga, at hon var ljót ímóti sær sjálvari, tí hon tók ov nógv atlit til pápa sín?

3. Heldur tú, at kurvamakarin kendi seg væl, tá ið hann hjálpti prinsessuni? Hevði hann havt somu kenslu, um hann bara ætlaði at gifta seg við henni? Verða vit altíð glað, tá vit hjálpa øðrum? Um ja, hví vera vit tað? Heldur tú, keisarin kendi seg væl, tá hann noyddist at geva prinsessuna frá sær? Heldur tú, at keisarin lærdi nakað av hesum? Nær læra vit mest: tá vit fáa tað, ið vit vilja hava, ella tá ið vit ikki fáa tað, ið vit vilja hava?

4. Hví gjørdi kurvamakarin, sum hann gjørdi? Heldur tú, at hann hugsaði mest um seg sjálvan ella um prinsessuna, tá ið hann gjørdi av at hjálpa henni? Hvør hugsar mest um onnur:

- ein, sum altíð keypir gávur til vinir sínar?

- ein, sum altíð vil vera saman við vinum sínum?

- ein, sum altíð vil vera saman við teimum, sum eingin annar tímir at vera saman við?

- ein, sum dugir væl at lurta?

- ein, sum hjálpir teimum, sum verða happað?

5. Var tað djarvt av kurvamakaranum at gera, sum hann gjørdi – hugsa tær, um keisarin var vorðin illur? Var kurvamakarin djarvari enn hinir, sum komu at vinna prinsessuna? Um ja, hví tað? Er tað djarvari at hjálpa øðrum enn bara sær sjálvum? Hvussu kunnu vit vita, um vit eru djørv ella ikki?

Eru vit djørv, um vit:

-          ongantíð eru bangin fyri nøkrum?

-          eru bangin fyri at gera nakað, men gera tað hóast alt?

-          eru bangin fyri at gera eitthvørt, og tí gera tað á ein annan hátt?

-          gera nakað, hóast vit vita, at tað er ikki loyvt?

-          annað?

6. Hvussu heldur tú, at prinsessan hevði tað, tá kurvamakarin hevði hjálpt henni? Heldur tú, at hon gjørdist fegin? Ella gjørdist hon kanska bangin eisini? Hon hevði jú ikki verið fræls fyrr, og hon hevði verið væl vard í borgini hjá pápanum. Hvat heldur tú er mest umráðandi, frælsi ella tryggleiki? Ber til at vera frælsur og ordiliga tryggur?

Foreldur skulu ansa eftir børnunum, men onkuntíð ansa tey kanska ov væl eftir teimum. Eiga børn at sleppa at gera alt tað, teimum lystir, ella hava foreldur loyvi at ráða yvir børnunum, júst sum teimum lystir? Hvussu kunnu foreldur vita, nær tað er trygt at lata børn ganga úti einsamøll? Heldur tú, at tíni foreldur altíð eiga at lata teg ráða?

7. Prinsessan fór út úr borgini saman við kurvamakaranum. Var hon nú fræls? Hevði hon fingið sama frælsi, um hon hevði gift seg við einum av monnunum, sum ætlaðu at vinna hana? Heldur tú, at prinsessan gifti seg við kurvamakaranum? Um ja, hví heldur tú tað?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017