• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Næstrakærleiki

Nógv sløg av spølum eru, har børn kunnu læra at taka sær av hvørjum øðrum. Her eru tvey uppskot:

Loyniligir vinir

Greið næmingunum frá, at nú skulu øll fáa ein loyniligan vin. Tey fara øll at fáa ein annan í flokkinum, sum tey skulu hugsa serliga nógv um, og tey skulu royna at hjálpa hesum persóninum so nógv, sum tey kunnu. Men tey mugu ikki siga nøkrum, hvør teirra loyniligi vinur er – heldur ikki tí persóninum, sum er teirra loyniligi vinur.

Tað fyrsta, ið tey skulu gera, er ein vakran navnaseðil til tann loyniliga vinin. Allir næmingarnir fáa kartong at skriva navnið á. Næmingarnir kunnu fáa hvør sín lepa á veg út, so at eingin annar sær, hvønn lepa hini fáa. Minn tey á, at tey ikki mugu siga hvørjum øðrum, hvør teirra loyniligi vinur er.

Vikuna eftir kunnu tit tosa um næstrakærleika. Brúkið spurningarnar niðanfyri. Kanska hevur onkur funnið út av, hvør teirra loyniligi vinur var. Um fleiri hava funnið út av, hvør teirra loyniligi vinur var, kunnu tey kanska býta um loyniligar vinir. Næmingarnir kunnu vera loyniligir vinir í minst eina viku afturat.

 

At hjálpa

Øll børnini velja eitt menniskja, sum tey kunnu hjálpa. Tey kunnu til dømis velja onkran í skúlanum, sum ikki hevur so nógvar vinir, ella tey kunnu velja onkran, sum stendur teimum nær. Næstu viku kunnu tey greiða frá, hvønn tey valdu, og hvat tey gjørdu at hjálpa persóninum.

 

Uppskot til hugvekjandi samrøður

 

1. Hvørjum hevur tú ábyrgd av?

Hevur tú ábyrgdina av, at menniskjuni tú kennir hava tað gott? Kanst tú sjálvur velja, hvørjum tú hevur ábyrgd av, ella eru nøkur menniskju, sum tú altíð mást hava ábyrgd av?

Hevur tú ábyrgd av, at hesi hava tað gott:

-          tey, sum tú fegin vilt vera vinur við?

-          tey, sum fegin vilja vera vinir við teg?

-          tíni systkin?

-          tíni foreldur?

-          tínir grannar?

-          tey, sum búgva í eldrasambýlinum?

-          fátøk børn aðrastaðni í verðini?

-          tú sjálvur?

Finnast menniskju, sum eingin hevur ábyrgd av? Finnast menniskju, sum øll hava ábyrgd av?

2. Orsakir til at hava meira ábyrgd

Eru nøkur, sum hava meira ábyrgd enn onnur? Hví hava tey kanska tað? Er tað, tí tey eru:

-          røsk?

-          klók?

-          sterk?

-          vaksin?

-          rík?

-          vælumtókt?

Hava tey, sum eru vælumtókt, størri ábyrgd enn onnur, tí tey hava so nógvar vinir at hugsa um? Hava tey ábyrgd av teimum, sum vilja verða eins vælumtókt sum tey?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017