• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Faðirvár

Faðirvár er ein sera týdningarmikil bøn í kristnu trúnni. Tað var hendan bønin, sum Jesus lærdi lærusveinar sínar at biðja, og í dag verður hon nýtt av kristnum kring allan heimin. Hon ber fram bæði lovprísan, bøn og longsul eftir Guds ríki. Á hesari síðuni hyggja vit nærri at hesum elligamla tekstinum, sum, hóast hann er einfaldur, rúmar so stórar tankar og kenslur.

Faðirvár finst í tveimum útgávum í Nýggja testamenti. Onnur er ein stutt útgáva í Lukas, kapittul 11, versini 2 – 4, og hin er ein longri útgáva í Matteus, kapittul 6, versini 9 – 13. Hjá Matteusi er hon partur av fjallaprædiku Jesusar. Í báðum støðum verður nevnt, at faðirvár er eitt dømi um, hvussu kristin skulu biðja.

Nógv vísindafólk halda, at tann útgávan, sum vit lesa hjá Lukasi, er nærri tí upprunaligu útgávuni, og tann, sum vit lesa hjá Matteusi, hevur kirkjan tilevnað til egið brúk.

Faðir vár, tú, sum ert í himnum!

Heilagt verði navn títt;

komi ríki títt;

verði vilji tín, sum í himli, so á jørð;

gev okkum í dag okkara dagliga breyð;

og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda;

og leið okkum ikki í freistingar;

men frels okkum frá tí illa;

tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir!

Amen

Amen

Amen er ein máliska um tilbiðjan, sum jødar, muslimar og kristin brúka. Tann, sum sigur amen, ber fram eina semju um eitthvørt, eina staðfesting av onkrum ella eitt ynski um okkurt, til dømis at tað, biðið verður um, skal ganga út.

Tann gamla grikska útgávan av Gamla Testamenti umsetir amen sum  “lat tað henda” ella “so veri”, og tað er hendan týdningin, vit enn í dag leggja í orðið.

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Faðir vár, tú, sum ert í himnum!

Hví siga vit “faðirvár”? Hví umtala vit Gud sum “okkara” pápa og ikki sum “mín” pápa? Hevur tað nakra ávirkan á okkara samfelag við Gud, at vit siga hann vera pápa hjá øllum menniskjum, og ikki bara okkara persónliga pápa?

Vit siga eisini “faðirlandið” og “móðirmálið”. Hví heldur tú, at vit kalla Føroyar faðir, meðan vit kalla føroyskt móðir? Er tað tí, at vit vilja lýsa nakað serligt við hesum heitum? Hvat liggur í tí at vera pápi, og hvat liggur í tí at vera mamma? Um vit høvdu sagt “móðir vár”, hevði okkara samband við Gud tá verið øðrvísi? Er Gud ein maður ella ein kvinna? Ella bæði/einki?

Um Gud er í himlinum, merkir tað so, at Gud ongantíð er nakað annað stað, ella kann Gud bæði vera í himlinum og á einum øðrum staði um somu tíð? Kanst tú vera bæði í skúla og heima samstundis? Kanst tú vera bæði støð samstundis í tínum tonkum? Um ja, merkir hetta so, at Gud einans er ein tanki, tí hann kann vera bæði í himmalinum og aðrastaðni í senn?

2. Heilagt verði navn títt.

Hvat meina vit, tá ið vit siga, at okkurt er heilagt? Hevur tað nakað við sjálvan lutin at gera, ella hevur tað okkurt við okkara samband við lutin at gera? Heldur tú, at nakað er heilagt fyri teg? Hugsa tær, at tú hevur eitt kelidjór, sum tú ert sera góður við, og tað blívur sjúkt og doyr. Tá verður tú keddur. Merkir tað tá, at hetta djórið var heilagt fyri teg?

Kann alt vera heilagt, ella bara ávísir persónar/lutir? Kunnu hesi vera heilag:

·         ein klokka?

·         tíðin?

·         eitt djór?

·         eitt menniskja?

·         eitt land?

·         eitt stað?

·         himmalin?

·         havið?

·         eitt køliskáp?

·         matur?

·         eldur?

3. Komi ríkið títt

Hvat liggur í tí, at Guds ríki kemur á jørðina? Merkir tað, at vit fáa eina fullkomna verð, har eingin sigur ella ger nakað, ið ger onnur kedd, har øll altíð eru fitt, har eingi menniskju ella dýr verða dripin, ella har menniskju, dýr ella plantur als ikki kunnu doyggja? Kann tað merkja okkurt annað? Hvussu kunnu vit vita, at hetta ríkið er Guds ríki og ikki til dømis menniskjunnar ríki ella djóranna ríki? Hvat er munurin?

Hvussu hevði tær dámt at verið fittur og blíður alla tíðina? Heldur tú, at tað hevði verið strævið? Men hvat, um tú veruliga hevði havt hug at verið fittur og blíður alla tíðina? Hevði tað tá verið í lagi at verið fittur og góður? Hevði tú tá verið “tú sjálvur”?

Heldur tú, at Guds ríki er ein fullkomin verð? Hvussu hevði tú ímyndað tær eina fullkomna verð? Er tann fullkomna verðin, sum tú ímyndar tær, øðrvísi enn tann, sum hini í flokkinum ímynda sær? Er hon øðrvísi enn tann verðin, sum mamma tín og pápi tín ímynda sær? Er hon øðrvísi enn tann, sum eitt barn úr Asia ímyndar sær? Heldur tú, at hon er øðrvísi enn tann verðin, sum Gud hevði ynskt, at hon hevði sæð út?

4. Verði vilji tín, sum í himli, so á jørð

Hví skulu vit lata Guds vilja henda? Er tað ikki betri at gera eftir okkara egna vilja? Er okkara egni vilji ikki nógv sterkari enn Guds vilji? Og vita vit ikki best sjálvi, hvat er gott fyri okkum? Hvussu kunnu vit harafturat vita, hvat Gud vil? Eru nøkur menniskju, sum vit kunnu spyrja um hetta, ella mugu vit finna út av tí á aðrar hættir? Um tað veruliga er rætt, tá kristindómurin sigur, at Gud býr í øllum menniskjum, kundu vit so ikki spurt okkum sjálvi um, hvør Guds vilji er?

Heldur tú, at tað er lætt ella ringt at gera tað, sum Gud vil, heldur enn tað, sum tú sjálvur vilt? Má mann vera sterkur ella veikur fyri at geva burtur sín egna vilja fyri Guds vilja?

5. Gev okkum í dag okkara dagliga breyð

Hvat hugsar tú um, tá ið tú hoyrir orðini “okkara dagliga breyð”? Meinast bara við breyðflísar? Er skúli, arbeiði, pengar og tak yvir høvdið eisini ein partur av okkara dagliga breyði? Kann ein, sum bara hevur eitt sindur vánalig kor, klaga til Gud og siga, at hann ikki hevur sítt dagliga breyð, hóast hann hevur nokk av mati í køliskápinum?

Vit biðja Gud geva okkum okkara dagliga breyð. Men hevur tú nakrantíð hoyrt um nakran, sum hevur fingið mat sín beinleiðis frá Gudi? Tá ið tú keypir eina pylsu í einum handli, so keypir tú pylsuna frá handlinum, sum hevur fingið hana frá slaktaranum, sum hevur fingið kjøtið frá bóndanum, sum hevur fingið tað frá mammu og pápa tí djórinum, sum varð slaktað... men hvaðani koma djórini, og hvaðani kemur náttúran? Frá Gudi?

6. Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda

Hvat merkir tað veruliga at fyrigeva? Hvussu kunnu vit vita, um onkur hevur fyrigivið okkum? Hvussu kunnu vit vita, tá ið vit sjálvi hava fyrigivið onkrum?

Hví munnu vit biðja Gud um fyrigeving fyri okkurt, sum vit hava gjørt ímóti øðrum? Er tað tí vit halda, at Gud fer at vera illur? Er tað kanska fyri at lætta um okkar samvitsku?

Oftani er lætt at fyrigeva sær sjálvum. Tá ið vit gera okkurt býtt, so gongur ikki long tíð, fyrr enn vit hava gloymt tað aftur. Aðrar ferðir angra vit nakað so ómetaliga nógv, at vit vildu ynskt, at vit kundu broytt fortíðina. Men kunnu vit fara aftur í tíð? Hvussu? Er annað annað, sum vit kunnu gera, fyri at fáa skuldarkensluna burtur?

Heldur tú, at tað er torført at fyrigeva øðrum, sum eru ljót ímóti tær? Er nakað, sum vit kunnu gera fyri at broyta hini menniskjuni, so tey gevast at plága okkum? Um ja, hvat? Um ikki, er so okkurt annað, sum vit kunnu gera fyri at fáa vreiðina út?

7. Og leið okkum ikki í freistingar

Ert tú nakrantíð vorðin freistaður? Av hvørjum? Til at gera okkurt, ella til ikki at gera okkurt? Hevur tú nakrantíð freistað onnur menniskju? Hvussu og við hvørjum? Hvussu kanst tú greiða frá, hvat ein freisting er? Hvat er betri: at royna at sleppa sær undan øllum freistingum, ella at læra seg at standa ímóti freistingunum? Er tað soleiðis, at alt freistandi er skeivt? Hvussu kunnu vit vita, um freistingin er góð ella ring?

8. Men frels okkum frá tí illa

Veitst tú, hvat tað illa er? Hvar finst óndskapur? Í náttúruni, í rúmdini, í djórunum, í Gudi, í menniskjunum? Kanst tú nevna nøkur dømi um óndskap í náttúruni? Er ein ketta ónd, tá ið hon pínir eina mús, sum hon hevur fangað? Ert tú óndur, um tú ert ljótur ímóti onkrum? Eru ónd menniskju til? Kanst tú nevna nøkur menniskju, sum eru kend fyri at vera ónd? Eru tað gerðirnar ella tankarnir hjá einum menniskja, sum gera tað ónt? Eru vit fødd antin góð ella ónd? Er tað soleiðis, at eitt ónt menniskja er ónt alla tíðina, ella er tað í lagi at vera óndur onkuntíð, um mann annars er fittur og blíður? Hevur tú nakrantíð verið óndur? Føldist tað væl ella illa?

Um Gud ræður yvir øllum alheiminum, og um Gud er góður, hvussu ber tað so til, at óndskapur finst í heiminum? Kanska er tað ónda ikki veruliga til? Hvussu kunnu vit tá biðja Gud frelsa okkum frá tí ónda?

Er tað í lagi at ynskja sær ella biðja um ónd ting, til dømis at øll, sum tær ikki dámar, brádliga fingu eina deyðiliga sjúku? Hvat heldur tú, at Gud hevði hildið, um tú baðst eina slíka bøn? Hvussu hevði tú kent teg, um tú baðst eina slíka bøn?

Hvat merkir tað at verða frelstur frá tí illa? Merkir tað, at vit ongantíð aftur fara at gera nakað ónt? Ella merkir hetta, at vit vilja hava Gud at hjálpa okkum at standa ímóti freisting? Heldur tú, at menniskju verða frelst frá tí illa brádliga, og er tað galdandi í allar ævir? Ella verða menniskju frelst stigvíst frá tí illa?

9. Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir

Tá ið vit lovprísa Gudi og siga, at hann hevur valdið og heiðurin í allar ævir, siga vit so hetta, tí vit elska hann? Hvussu kunnu vit menniskju siga nakað um ævinleikan, um vit einans liva eina stutta stund á jørðini? Er nakað ævigt í menniskjanum?

Hvat heldur tú, at tað merkir, at Gud hevur vald? Og hvat merkir tað, at hann hevur heiður? Er nakar annar enn Gud, sum hevur vald og heiður? Um ja, heldur tú, at tey hava vald og heiður á sama hátt, sum Gud hevur vald og heiður?

10. Amen

Amen kann verða umsett til “so veri”, hetta merkir “lat Guds vilja henda”. Men hava vit ikki longu biðið um hetta í bønini? Hvat kann vera orsøkin til at endurtaka tað? Og hví heldur tú, at vit ikki hava umsett amen til føroyskt? Er nakar munur á, hvørjum máli vit siga amen, um øll skilja hvat tað merkir?

 


 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017