• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Føðingardagsynski og bøn

Bønin er miðdepil í øllum átrúnaðum, og í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað verður bønin nevnd sum partur av samleikanum. Í 1. og 2. flokki skulu næmingarnir eisini duga at samskifta um rættvísi og órættvísi.

Venjingin á hesi síðuni byrjar við, at næmingarnir skulu seta ymisk ynski í ein av tveimum bólkum, antin sum nakað, tey kunnu fáa í føðingardagsgávu, ella sum nakað, tey ikki kunnu fáa í føðingardagsgávu. Vit spyrja: Hvat er bøn og hvat ber til at ynskja sær? Her hugsa vit serliga um teir lutir, sum ikki eru so lættir at lata sum gáva. Ætlanin við hesari venjingini er tískil at fáa eina samrøðu um tey ynski, sum vit ikki kunnu fáa í føðingardagsgávu.

Niðast á hesi síðuni eru uppskot til hugvekjandi samrøðu. Her eru hugvísindaligir spurningar, sum kunnu fáa næmingarnar at hugsa um munin millum bøn og ynski. Ikki er neyðugt at taka allar spurningarnar við í viðgerina.

Prenta tekningarnar í hesum skjalinum (best er, um tekningarnar verða prentaðar í litum). Klipp tekningarnar sundur og legg tær út á gólvið ella á eitt stórt borð. Hvør tekning ímyndar eitt møguligt ynski.

Lat næmingarnar leggja tekningarnar í ein av teimum stóru rundingunum við heitunum “Lutir, tú kanst ynskja tær í føðingardagsgávu” og “Lutir, sum tú ikki kanst ynskja tær í føðingardagsgávu”. Meðan børnini umhugsa, hvørjar tekningar skulu í hvønn bólk, er tað umráðandi, at tú tekur lut í virkseminum og spyrt børnini, hvørjar grundgevingar tey hava fyri síni val. Hetta arbeiðið kann gerast í felag ella í smærri bólkum.

Eftir at øll ynskini er komin upp á pláss, verður hugt at ynskjunum, sum eru endað í bólkinum “Lutir, sum tú ikki kanst ynskja tær í føðingardagsgávu”. Hví eru tey endað her? Hevur nakað av børnunum ynskt sær hetta fyrr? Um ja, hví ynskja vit okkum lutir, sum vit ikki kunnu fáa? Ella kunnu vit kanska fáa tað, hóast tað ikki er møguligt at fáa tað í føðingardagsgávu? Um ja, hvussu kunnu vit tað? Hvør er munurin á at biðja eina bøn og at ynskja sær nakað í føðingardagsgávu?

Uppskot til hugvekjandi samrøður

 

Hygg at øllum tekningunum á borðinum/gólvinum. Er nakað ynski, ið kundi verið í báðum bólkunum? Vóru nøkur ynski, ið ikki hóskaðu í nøkrum av bólkunum? Hvørji onnur ynski áttu at verið við í bólkinum: “Lutir, sum tú ikki kanst ynskja tær í føðingardagsgávu”?

Hvørji sløg av føðingardagsynskjum heldur tú eru vanlig at hava? Nevn nøkur dømi. Hví eru hesi vanlig ynski? Hvørji ynski heldur tú vera óvanlig? Er tað til dømis óvanligt at ynskja sær góðar vinir ella eina lítlasystur? Hví og hví ikki?

Um tú spyrt foreldur tíni, hvat tey ynskja sær, siga tey kanska “fitt børn”. Er hetta eitt vanligt ynski hjá foreldrum? Er tað í lagi at geva teimum hetta í gávu? Hvat hevði verið eitt óvanligt føðingardagsynski hjá tínum foreldrum?

Hugsa tær, at tú fekst eitt ynski uppfylt - og bara eitt! Hvat hevði tú ynskt tær? Hví? Hvør ella hvat heldur tú kundi uppfylt títt ynski? Mamma tín og pápi tín? Skúlastjórin? Løgmaður ella drotningin?

Er størri møguleiki at fáa eitt ynski uppfylt, um tú biður til Gud? Er tað í lagi at biðja Gud uppfylla ynski?

Hevur tú nakrantíð biðið eina bøn? Nær heldur tú tað hóskar seg at biðja? Hvønn biður tú til? Kanst tú biðja til onnur menniskju? Kanst tú biðja til tín sjálvs? Hvørjar lutir kanst tú biðja um? - Lutir, sum bara eru til tín, ella lutir sum onnur eisini hava gagn av? Noyðist tú at biðja einsamallur, ella kanst tú eisini biðja saman við øðrum? Hvussu kennir tú teg, tá tú biðir? Hvør munur er á at biðja eina bøn og at biðja ein vin gera tær ein beina?

Noyðast vit at trúgva á Gud fyri at biðja? Vísa vit, at vit trúgva á Gud við at biðja? Hvat er Gud?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017