• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Bábelstornið

Tá øll menniskju í heiminum tosaðu sama mál

Hesin teksturin hóskar væl at siga ella lesa fyri næmingunum. Lærarin eigur at hava lisið tekstin frammanundan, so hann kann liva seg inn í søguna. Gott er, um nýggj og torfør orð ella máliskur verða gjøgnumgingnar í flokkinum, áðrenn teksturin verður lisin upp ella endursagdur.

Teksturin er ætlaður at skapa eina djúpa hugsavnan og innliving í søguna. Hetta kann lærarin kanska gera við at sløkkja ljósið, tendra eitt kertuljós og møguliga biðja óstillar næmingar blunda og savna seg um at lurta.

Í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað er krav, at eftir 2. flokk skulu næmingarnir duga at lurta eftir frásøgnum og søgum. Hetta skal venjast. Best er, um spurningar, prát og annað virksemi bíðar, til lærarin er liðugur at lesa ella siga frá.

Niðast á hesi síðuni eru uppskot til hugvekjandi samrøðu. Ikki er neyðugt at taka allar spurningarnar við í viðgerðina.

 

Anne Schjelderup hevur endurgivið søguna úr Gamla Testamenti við egnum orðum og tulkingum. Hetta er sostatt ikki beinleiðis frásøgn úr Bíbliuni.

Meira um Bábel og Bábelstornið

Orðið Bábelstornið verður ikki brúkt í Bíbliuni. Býurin og tornið verða í staðin nevnd í sama andadrátti.

Staðurin verður sambært Bíbliuni nevndur Bábel, tí har ráddi ruðuleiki. Orðið kann stava frá hebraiska orðinum “balal”, sum merkir at ørkymla ella blanda, men ymiskt er, hvussu júst hesin parturin av Bíbliuni er umsettur.

Søgan um Bábelstornið og Bábel er ikki í Koranini.

Søgan um Bábelstornið

Eftir at Nóa hevði bjargað dýrunum og familju síni undan at drukna í stóru vatnflóðini, gekk long tíð, áðrenn menniskju og dýr aftur floymdu á jørðini. Menniskjuni fóru úr eystri, har ørkin hjá Nóa varð strandað, og tey ferðaðust, til tey komu til ein breiðan dal í Sinears landi. (Sinear eitur Irak í dag. Í Gamla Testamenti æt staðurin Sinear, og í Nýggja Testamenti varð kann kallaður Mesopotamia). Øll heimsins fólk búðu í Sinear, og øll tosaðu sama mál. Tá var ikki sum í dag. Í dag eru fleiri túsund ymisk mál í heiminum.

Hevur tú nakrantíð ferðast í øðrum londum og hoyrt fremmand mál, sum tú als ikki skilir? Ella kennir tú kanska onkran, sum ikki dugir føroyskt? Tað er ørkymlandi ikki at skilja, hvat onnur siga, og tað er trupult at arbeiða saman, um vit ikki skilja hvønn annan. Eftir flóðina tosaðu øll í heiminum sama mál. Tá skiltu øll alt, sum hini søgdu, og øll kundu arbeiða saman og samstarva. Nú skulu tit hoyra, hvat hesi menniskjuni funnu upp á.

Tey høvdu funnið út av, hvussu tey kundu evna múrsteinar úr leiri og nýta jarðbik at seta teir saman. Soleiðis gjørdu tey stór hús, múrar, brýr, ja, tey dugdu at byggja næstan alt, og eingin endi var á uppfinnseminum hjá byggifrøðingunum í Sinears landi. Ein dagin fann onkur uppá at byggja ein bý, við einum torni, sum rakk heilt upp til himmals. Hann segði: “Tá fara vit at gerast kend og væl umtókt allastaðni har vit fara, og øll menniskju fara at hálova okkum.Vit fara at gerast sterkasta og máttmesta tjóð í øllum heiminum.” Hetta ljóðaði væl, hildu tey, so nú bara var at byggja.

Tey arbeiddu saman, roknaðu vinklar og bygdu sum fyri lívinum. Býurin gjørdist størri og størri, hábærsligari og hábærsligari. Eisini tornið miðskeiðis í býnum vaks og vaks.

Ein dagin hugdi Gud niður á jørðina og sá, hvat menniskjuni vóru í ferð við at gera. Hann sá býin og sá tornið, men honum dámdi als ikki tað, hann sá. Menniskju hugsaðu bara um seg sjálvi. Tey vildu vera best, sterkast og størst. Tey høvdu gloymt Gud, og høvdu ongan áhuga í at hjálpa øðrum.

Gud gjørdi av at steðga teirra ætlanum um at gera heimsins flottasta bý við heimsins hægsta torni. Meðan tey arbeiddu og tosaðu og saman um, hvussu býurin skuldi síggja út, gjørdi Gud nakað løgið. Hann broytti teirra tungumál. Brádliga tosaðu tey ikki sama mál. Byggifrøðingarnir kundu ikki biðja arbeiðsmenninar gera hetta og hatta, tí eingin skilti tað teir søgdu. Arbeiðsmenn, sum vóru í ferð við at laða ein garð, royndu at samstarva, men tað bar als ikki til:

-      Yasin rópti “Rætt mær múrsteinin”. Nisar svaraði: “Ha, hvat sigur tú?” Yasin skilti ikki, hvat Nisar segði, so hann rópti uppaftur harðari: “Rætt mær múrsteinin!” Nisar gjørdist illur og segði: “Hví tvætlar tú so? Eg skilji ikki petti av tí tú sigur!” Akkurát tá kom arbeiðsformaðurin framvið. Hann hevði at teimum og spurdi: “Hví arbeiða tit ikki?”  Yasin og Nisar svaraðu í senn á hvør sínum máli: “Ha, hvat sigur tú?” Tá skiltu teir allir tríggir, at teir als ikki skiltu nakað.

Soleiðis var skilið allastaðni. Eingin skilti nakað og ruðuleiki valdaði. Ikki var annað at gera enn at finna saman við teimum, sum tosaðu sama mál, og flyta úr tí vakra býnum við tí høga torninum. Soleiðis vóru menniskjuni spjadd út um allan heimin. Gud kallaði staðin, har hetta hendi, Bábel, tí tað merkir “staðurin, har málsligur ruðuleiki ræður.”

Uppskot til hugvekjandi samrøður

 

1. Hevur tú nakrantíð verið øvundsjúk/ur? Hvussu kennist tað? Hvørjar hugsanir hevur tú, tá tú ert øvundsjúk/ur? Hvussu slapst tú av við hesa kensluna? Hvat hugsaðu hini um teg, tá ið tú vart øvundsjúk/ur?

2. Káin verður øvundsjúkur inn á Ábel, longu meðan Ábel er eitt pinkubarn. Kennir nakar til hesa støðuna? Hvussu er tað gjørligt at gerast øvundsjúkur inn á eitt lítið, hjálparleyst pinkubarn? Eitt pinkubarn kann ikki hótta ella skaða okkum á nakran hátt, ella kann tað?

4. Kann mann gerast øvundsjúkur inn á alt? Ella er okkurt ella onkur, sum ikki ber til at gerast øvundsjúkur inn á? Hví/hví ikki? Hygg at hesum dømunum og sig frá, um nakað er, sum ikki ber til at gerast øvundsjúk/ur inn á:

  • Ein appilsin
  • Ein súkkla
  • Ein omma
  • Mánin
  • Ein vinur
  • Ein hundur ella ketta
  • Ein roknilærari

Royn at ímynda tær støður, har tú ert øvundsjúk/ur inn hesar lutir ella menniskju. Hvussu kundi tú sloppið av við kensluna – øvundsjúkuna?

4. Káin royndi at gerast betri enn Ábel í øllum, so at foreldrini skuldu ásanna, at hann var hin betri sonurin. Hann ímyndaði sær, at so fóru tey at elska hann hægri, men meðan hann soleiðis stríddist og var upptikin av at gerast bestur, gjørdist hann beiskur av hatri.

Heldur tú, at Káin kundi borið seg øðrvísi at? Hvussu? Hví er Káin vorðin, sum hann er? Er tað hansara skuld? Eigur Ábel kanska skuldina, ella eru tað foreldrini, sum hava gjørt Káin øvundsjúkan?

5. Søgan sigur, at Gud hugdi við tokka at ofrinum hjá Ábel, og at hann ikki hevði tokka til ofrið hjá Káin. Hvussu kunnu vit vita, hvat Gud helt um ofrini? Hvussu hevur Gud víst seg fyri teimum báðum beiggjunum? Sóu teir hann? Hoyrdu ella føldu teir hann? Hevur hann tosað gjøgnum skýggini, ella hevur hann tosað beinleiðis inn í hjørtuni hjá dreingjunum? Hvat heldur tú?

Heldur tú, at Gud var rættvísur? Átti hann kanska at haft tikið ímóti ofrinum hjá Káin?

6. Káin vildi biðja Gud um fyrigeving, men hann orkaði ikki. Innan í honum var okkurt, sum forðaði honum í at venda sær til Gud. Heldur tú, at tað er torført at biðja um umbering, tá ið tú hevur gjørt okkurt skeivt? Um ja, hví er hetta so torført?

Er tað kanska tí at:

  • Vit kenna okkum tápulig?
  • Vit eru bangin fyri at avdúka fyri Gudi og okkum sjálvum, hvussu ónd vit eru?
  • Tað er eyðmýkjandi at biðja um fyrigeving.
  • Vit eru bangin fyri at siga okkurt skeivt?

Annað tilfar

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017