• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Bábelstornið, sum evropeisk listafólk hava ímyndað sær tað

Bábelstornið hevur verið eitt væl umtókt myndevni hjá málarum síðan renessansuna. Niðanfyri er stutt frágreiðing um nakrar av hesum málningum og listafólkunum.

Pieter Brugel (1525-1569)

Flæmskur málari frá renessansuni, hvørs stílur hevur ávirkað nógv listafólk í 1600- og 1700-talinum. Málningarnir hjá Bruegel eru sera væl umtóktir í dag, serliga fyri nýmótans hættir at umvæla og endurframleiða gomul listaverk.

Ovari málningurin er málaður í 1563 og hongur í Museum Boymans Van Beuningen í Rotterdam í Niðurlondum. Niðara myndin er eisini málað í 1563, men hendan hongur í dag í Kunsthistorisches Museum í Wien í Eysturríki.

Marten van Valkenborch I (1534 – 1612)

Niðurlendskur málari, sum var nógv av sínum vaksna lívi í Týsklandi og endaði sínar dagar í Frankfurt am Main, har hann í fleiri ár hevði rikið ein væl umtóktan listaverkstað saman við beiggja sínum Lukas.

Hendrik van Cleve III (uml. 1525 – 1595)

Týskur málari og teknari, sum bleiv upplærdur av pápa sínum, Willem van Cleve I. Eftir lærutíðina fór hann til Italia at mála og tekna. Fleiri listafólk hava seinni gjørt eftirgerðir av tekningum hansara.

Abel Grimmer (uml. 1570 – 1619)

Týskur málari, sum serstakliga er kendur fyri sínar nógvu, lítlu landslagsmálningar, summir við bíbilskum myndevnum, sum ofta ímynda tær fýra árstíðirnar. Grimmer hevur fingið nógvan íblástur frá flæmska málaranum Pieter Bruegel I.

Hesin málningurin er málaður í 1604 og hongur í Gemäldesgalerie í Mainz í Týsklandi.

Bedford Master

Bedford Master er eisini kendur sum Master of the Bedford Hours og Master of the Breviary of the Duke of Bedford. (Møguliga navnið á einum bólki av málarum, men hetta er óvist).

Bedford Master var ein franskur miniatur-málari, sum var virkin í París í fyrru helvt av 1400-talinum. Hann ella teir eru mest kendir vegna teirra prýðing av einum breviarium og einari tíðarbók, sum John av Lancaster, hertugi av Bedford, átti. Hertugin av Bedford ráddi í Fraklandi frá 1422 til 1435. Tíðarbókin varð latin konginum Henrik VI av Onglandi í 1430.

Hendan myndin er málað umleið ár 1423 og er partur av einari tíðarbók, sum í dag verður goymd í British Library í London í Onglandi.

Breviarium: Katólsk bønabók til prestarnar.

Tíðarbók: Ein persónlig bønabók hjá katolikkum, á enskum “Book of Hours”.

Paul Gustave Doré (1832 – 1883)

Franskur teknari, myndahøggari og málari, sum var sjálvlærdur. Hann byrjaði longu at tekna sum fimm ára gamal, og honum dámdi serliga at gera skemtimyndir av foreldrum sínum. Í 1847 varnaðist onkur hann av tilvild, og eftir hetta arbeiddi hann í París, har hann millum annað teknaði fyri ymisk fronsk og ensk tíðindabløð.

Henda myndin er teknað í 1866.

Uppskot til hugvekjandi samrøðu

 

Strembanin hjá listini

Hví heldur tú, at listafólk hava verið so áhugað í at avmynda Bábelstornið? Hava listafólkini kanska okkurt í felag við tey menniskjuni, sum ætlaðu at byggja tornið? Er kanska listin eitt mál, sum Gud hevur gloymt at gera í ørviti? Er listin eitt mál, sum øll menniskju skilja, sama nær og hvar, tey liva?

Er Bábelstornið til?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017