• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Var veruliga nakað Bábelstorn?

Bábelstornið

Á fruktagóða flatlendinum millum áirnar Evfrat og Tigris, sum varð nevnt Mesopotamia, var fyri 5500 árum síðan vanligt at byggja torn, sum vórðu nevnd ziggurat. Tornini vóru í veruleikanum tempul, har fólk tilbóðu fleiri ymiskar gudar.

Í dag er ikki nógv eftir av tí stásiliga og stórfingna býnum Bábylon, sum lá í Mesopotamia sunnan fyri Bagdad millum áirnar Evfrat og Tigris. Men fornfrøðiligir útgrevstir benda á, at Bábelstornið, sum vit kenna frá Bíbliuni, var eitt ziggurat, sum varð bygt til gudin Marduk sunnarlaga í Bábylon.

Men hvussu sá tornið út? Jarðfrøðingar vilja vera við, at zigguratini vórðu gjørd úr tí tilfarinum, sum mest var av í Mesopotamia, nevniliga leiri og hálmi. Fólkini gjørdu múrsteinar úr leiri og hálmi, sum síðan vóru lagdir at turka í sólini. Jarðbik frá iranska flatlendinum varð nýtt at festa múrsteinarnar saman við.

Bygningarnir hildu ikki væl til nógva regnið, og rapaðu mangan av smærri jarðskjálvtum. Teir máttu eisini røkjast javnan, tí múrsteinar og jarðbik morlaðust burtur av bygningunum.

Ein onnur kelda, sum kann siga okkum, hvussu Bábelstornið møguliga sá út, er ein innskrift, sum helst kemur frá bábyloniska konginum Nebukadnesar II (604 – 562 f.Kr.), og sum fortelur um eitt torn, sum var klætt við bláum lakki. Eisini grikski søgufrøðingurin Herodot, sum vitjaði tornið í ár 460 f.Kr., sigur frá um eitt torn við sjey ella átta hæddum, sum hevði eina snyrilstrappu á uttaru síðuni, sum førdi til eitt tempul á ovastu hædd. Hálvvegis høvdu tey bygt nøkur sitipláss til tey, sum høvdu tørv á at hvíla seg.

Hóast Bábelstornið og hini zigguratini ikki eru til longur, so verður minnið um tey varðveitt í Bíbliuni. Enn í dag gevur Bíblian listafólki um allan heimin íblástur til listarverk.

Krossferðirnar høvdu við sær, at evropearar sóu hesar bygningar.

Nútímans Bábelstorn

Enn í dag eru bygningar, sum kanska kundu líkst Bábelstorninum. Tann kendasti av teimum er helst minaretin í Samarra í Irak (myndin), sum bleiv bygd í 800-talinum av kaliffinum Mutawakkil.

Minaretin er partur av einari stórari mosku, sum røkkur heilar 50 metrar upp loft. Hon hevur eina snyrilstrappu uttaná, sum fer allan vegin upp til toppin. Kaliffurin Mutawakkil læt enn eina snyrilsminaret verða bygda í Irak, sum tó ikki var eins stór og tann í Samarra. Í Kairo í Egyptalandi er eisni ein onnur snyrilsminaret, sum líkist nógv hesari.

Í 2007 bleiv minaretin í Samarra kosin sum heimsarvur, ein sonevnd “UNESCO World Heritage Site”.

Uppskot til hugvekjandi samrøðu

 

1. Er Gud bangin fyri ov nógvari tilbiðjan?

Bábelstornið var eitt tempul. Hví forðaði Gud fólkinum at byggja honum eitt tempul? Vildi hann ikki tilbiðjast? Var tað ikki gott, at tey vildu byggja eitt torn, sum rakk til himmals?

2. Er trúgvin ein snyril?

Hví høvdu tornini eina snyrilstrappu á uttaru síðuni? Royn at ímynda tær, hvussu tað kennist at ganga runt og runt í einum snyrli. Er hetta ein partur av halgidóminum? Er hetta gjørt við vilja, soleiðis at tey, sum fara upp á toppin, fáa eina andaliga uppliving?  Ella eru heilt aðrar orsakir til, at tornini vórðu gjørd júst soleiðis? 

Meira um Bábelstornið

Bábelstornið í listini

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017