• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Esav og Jákup

Hesin teksturin hóskar væl at siga ella lesa fyri næmingunum. Lærarin eigur at hava lisið tekstin frammanundan, so hann kann liva seg inn í søguna. Gott er, um nýggj og torfør orð ella máliskur verða gjøgnumgingnar í flokkinum, áðrenn teksturin verður lisin upp ella endursagdur.

Teksturin er ætlaður at skapa eina djúpa hugsavnan og innliving í søguna. Hetta kann lærarin kanska gera við at sløkkja ljósið, tendra eitt kertuljós og møguliga biðja óstillar næmingar blunda og savna seg um at lurta.

Í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað er krav, at eftir 2. flokk skulu næmingarnir duga at lurta eftir frásøgnum og søgum. Hetta skal venjast. Best er, um spurningar, prát og annað virksemi bíðar, til lærarin er liðugur at lesa ella siga frá.

Niðast á hesi síðuni eru uppskot til hugvekjandi samrøðu. Ikki er neyðugt at taka allar spurningarnar við í viðgerðina.

 

Anne Schjelderup hevur endurgivið søguna úr Gamla Testamenti við egnum orðum og tulkingum. Hetta er sostatt ikki beinleiðis frásøgn úr Bíbliuni.

Ísrael er eitt annað navn fyri Jákup. “Tá segði hann: “Ikki skalt tú longur eita Jákup, men Ísrael; tí at tú hevur barst við Guð og menn og hevur vunnið sigur!” 1. Mósebók 32,28

Tveir brøður, ein signing

Ísak og Rebekka ynsktu sær so inniliga eitt barn, men tey fingu einki. Ísak bað Gud um at fáa eitt barn, og tað hjálpti, tí tey fingu ikki bara eitt barn, men tvey, tvíburarnar Esav og Jákup. Fyrst kom Esav, hann var stórur og sterkur og var loðin um allan kroppin. Síðan kom Jákup, og hann helt í hælin á Esav, tí hann vildi ikki lata Esav vera langt frammanfyri. Av tí at Esav varð føddur fyrst, átti hann frumburðarrættin. Hann skuldi arva alt frá foreldrunum, tá tey doyðu. Hetta dámdi Jákupi als ikki. Nú skulu tit hoyra, hvat hann gjørdi.

 

Jákup fær frumburðarrættin

Esav vaks til og gjørdist ein góður veiðimaður. Honum dámdi væl at fara langa leið út at veiða, og ofta gekk long tíð ímillum, at hann át ella hvíldi seg. Tá hann at enda kom heim aftur, var hann ofta um at detta um av svongd og møði.

Jákup, harafturímóti, varð verandi heima. Hann velti og ansaði seyðinum, hann bøtti um og umvældi. Hann gjørdi nógv av arbeiðinum heima. Hóast hetta var tað Esav, sum skuldi arva alt tað, sum Jákup hevði ansað eftir og var so góður við. Jákup visti, at Esav einki legði í alla ognina hjá familjuni, og hann helt, at hetta var órættvíst.

Ein dagin stóð Jákup og gjørdi nátturða. Hann gjørdi eina tjúkka og góða súpan úr linsum. Matroykurin fylti tjaldið, og júst tá kom Esav inn eftir eina langa veiðiferð. Hann legði seg á eitt seyðaskinn og bað um mat. “Nú havi eg møguleikan,” hugsaði Jákup og segði við Esav: “Tú fært bara burturav, um eg fái frumburðarrættin!” Esav legði lítið og einki í ognir. “Ja, eg eri gorhungraður. Gev mær okkurt at eta, og tú kanst fáa akkurát tað tú biður um.”

Soleiðis gav Esav Jákupi frumburðarrættin í býti fyri linsusúpan. Tit mugu ikki halda, at hann gjørdist keddur av hesum. Nei, Jákup angraði als ikki tað hann hevði gjørt. Hann var mettur og væl settur, og so hugsaði hann ikki meira um hetta.

Ísak vil vælsigna Esav

Mong ár gingu, og Ísak var vorðin ein gamal maður. Hann lá fyri tað mesta á skinni sínum inni í tjaldinum. Hann var nærum blindur og var illa gongdur. Nú ætlaði hann at vælsigna elsta son sín, sum átti frumburðarrættin, áðrenn hann doyði. “Sonur mín,” segði hann við Esav, “eg eri vorðin ein gamal maður, og eg veit, at skjótt fari eg at doyggja. Tak tú vápn tíni, bogan og pílin, og skjót mær eitt villinidýr. Ger síðan ein góðan døgurða, ein sum mær dámar. Kom higar við honum og lat meg eta, so eg kann geva tær signing mína, áðrenn eg doyggi.”

Rebekka hoyrdi hetta. Hon var skjót at rópa á Jákup. Hon greiddi honum frá, hvat pápin hevði í hyggju, og spurdi, um tey ikki skuldu fara at lumpa Ísak. Hon visti, at Esav longu hevði fingið frumburðarrættin, og nú vildu hon, at hann eisini fekk signingina.

Jákup gjørdi av at lumpa Ísak. Nú skulu tit hoyra, hvussu hann og Rebekka bóru seg at.

 Jákup fær signing Ísaks.

Esav fór út á veiðiferð, men meðan hann var burturstaddur fletti Jákup eitt geitarlamb. Rebekka gjørdi síðan ein góðan døgurða av geitarlambinum. Hon bað Jákup lata seg í kotið hjá Esav, og bant honum eitt petti av geitaskinni um handliðirnar og um hálsin. Soleiðis fór Jákup inn til Ísak við døgurðanum.

Tá Jákup kom inn í tjaldið, segði hann at hann, var Esav. Ísak, sum var blindur, helt, at hetta ljóðaði als ikki sum Esav. “Kom higar, sonur mín, so eg kann nerta við teg,” segði hann við Jákup. Jákup fór yvir til hannsara við bivandi hjarta. Ísak tók um handliðirnar á Jákupi og merkti geitarskinnið, sum Rebekka hevði vavt um teir. “Hetta má vera Esav,” hugsaði Jákup. Eingin er lodnari enn hann. Hann bað Jákup bera honum matin, sum hann hevði við. Tá ið Jákup kom nærri, kendi Ísak luktin av Esav á klæðunum, sum Jákup var í. Nú var eingin ivi í hjartanum á Ísaki. Hann át matin og gav Jákupi sína signing.

 

Jákup má flýggja frá beiggja sínum

Jákup møtti Esav, tá hann kom úr tjaldinum, men segði einki. Esav varð júst komin aftur av veiðiferð síni, og við sær hevði hann eitt gott veiðidýr. Hann gjørdi sær ómak at gera ein góðan døgurðabita burtur úr fonginum, og fór so inn til pápan.

“Hvør ert tú,” spurdi Ísak. “Eg eri Esav. Eg komi at fáa signingina. Eg havi døgurða við til tín.” “Hvør var síðan hann, sum var her fyri stuttum? Hann gav mær døgurða. Eg át og  vælsignaði hann. Nú eigur hann signingina.” Tá Esav hoyrdi tað, skar hann í eitt róp. Hann vildi hava signingina frá pápanum, men nú bar tað ikki til. Tá ein signing var givin, kundi hon ikki takast aftur. Soleiðis hevði tað altíð verið, her var einki at gera. Gita um Esav var illur?

Rebekka sá, hvussu illur Esav var, og hugsaði, at best mátti verða, um Jákup fór burtur haðani. Tí fekk hon í lag at senda Jákup til familju í Mesopotamia. Har búði móðurbróður hennara, Lában. Hann kundi kanska hjálpa honum at finna eina fitta konu. 

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Hvaðani koma børnini?

Í hesari søguni hoyra vit, at Rebekka gjørdist við barn, tí Ísak bað til Gud um at fáa eitt barn. Tað var altso Gud, sum syrgdi fyri, at Rebekka gjørdist við barn. Halda tit, at øll børn koma frá Gudi? Um ja, hvussu ger Gud hetta? Um ikki, hvaðani koma børn so?

2. Rættvísi millum systkin

Av tí at Esav varð føddur fyrst, var tað hann, sum átti frumburðarrættin, tað var altso hann, sum skuldi arva allar ognirnar hjá familjuni, tá foreldrini doyðu. Var hetta rættvíst? Ella áttu teir at býtt arvin? Jákup tók sær væl av ognunum, meðan Esav ofta var á veiðiferð. Hevur hann so ikki størri rætt at fáa ognirnar? Er tað nakrantíð rættvíst, at systkin fáa ymiskt frá foreldrunum? Ella eiga systkin altíð at fáa líka nógv?

Hugsa tær, um tú hevði eina tvíburasystur ella ein tvíburabeiggja. Nær er tað umráðandi, at tit fáa júst líka nógv, og nær er tað í lagi, at tit fáa ymiska viðferð?

·         Tá ið tit skulu avgera, hvat tit skulu hava til døgurða

·         Tá ið tit halda føðingardag

·         Nær tit skulu í song

·         Tá ið tit skulu keypa nýggj klæðir

·         Tá ið foreldrini biðja um hjálp til eitthvørt

·         Tá ið tit skeldast og eru ill inn á hvørt annað

·         Tá ein er sjúkur og hin er frískur

 

3. Ein góður býtishandil

Esav gav frumburðarrættin frá sær fyri linsusúpan. Var hetta ein ringur ella góður býtishandil? Hvat høvdu tit gjørt? Hevði svongd, neyð, strongd ella pína ávirka tykkara val?

Kjakist um, hvørt hesir býtishandlarnir eru góðir ella ringir:

·         At geva tín besta jakka frá tær, so tú ikki verður happaður?

·         At geva eitt gamalt og sjúkt kelidýr frá sær fyri eitt nýtt og frískt kelidýr?

·         At geva allar bamsurnar frá tær fyri at fáa eina nýggja fartelefon?

·         At geva einar brillur frá tær fyri at fáa 100 bøkur?

·         At geva tína súkklu frá tær fyri at fáa ein kassa av sodavatni?

 

4. Misnýtsla og iðran

Esav gav sjálvboðin frumburðarrættin frá sær fyri eina skál av linsusúpan. Men so, nógv ár seinni, verður hann fúkandi óður, tá Jákup fær tað, sum hann av røttum átti at fáa. Hvør er tað, sum bar seg skeivt at her: Jákup, sum brúkti støðuna, tá ið Esav var gorhungraður, ella Esav, sum seinni ikki vildi góðtaka, at pápin vælsignaði bróðurin og ikki hann sjálvan. Eiga vit altíð at halda tað, sum vit hava lovað, ella kunnu vit onkuntíð sleppa undan at halda okkara lyfti?

5. Nútíð og framtíð

Esav gav fegin frumburðarrættin frá sær fyri eina skál av linsusúpan. Hann helt, at tað var meira umráðandi at stilla svongdina her og nú, heldur enn at fáa ein arv einaferð seinni. Hvat er mest umráðandi: hvussu vit hava tað akkurát nú, ella hvussu vit fara at hava tað í framtíðini? Mugu vit onkuntíð sleppa onkrum, sum vit ynskja okkum í dag, soleiðis at vit kunnu fáa okkurt annað í framtíðini? (T.d. um vit savna pening til eina teldu) Er hetta gott ella ringt?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017