• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Gud talar við Móses

Hesin teksturin hóskar væl at siga ella lesa fyri næmingunum. Lærarin eigur at hava lisið tekstin frammanundan, so hann kann liva seg inn í søguna. Gott er, um nýggj og torfør orð ella máliskur verða gjøgnumgingnar í flokkinum, áðrenn teksturin verður lisin upp ella endursagdur.

Teksturin er ætlaður at skapa eina djúpa hugsavnan og innliving í søguna. Hetta kann lærarin kanska gera við at sløkkja ljósið, tendra eitt kertuljós og møguliga biðja óstillar næmingar blunda og savna seg um at lurta.

Í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað er krav, at eftir 2. flokk skulu næmingarnir duga at lurta eftir frásøgnum og søgum. Hetta skal venjast. Best er, um spurningar, prát og annað virksemi bíðar, til lærarin er liðugur at lesa ella siga frá.

Niðast á hesi síðuni eru uppskot til hugvekjandi samrøðu. Ikki er neyðugt at taka allar spurningarnar við í viðgerðina.

 

Anne Schjelderup hevur endurgivið søguna úr Gamla Testamenti við egnum orðum og tulkingum. Hetta er sostatt ikki beinleiðis frásøgn úr Bíbliuni.

Hin brennandi tornarunnurin

Móses var prinsur á borgini í Egyptalandi, men hann gloymdi ongantíð, at hann var ísraelitti. Ofta fór hann til bygdina, har familja hansara búði, at vitja tey. Hann helt tað vera ræðuligt, at egyptarnir vóru so óreinir við hansara fólk.

Ein dagin, tá ið hann var á einum fjalli, hendi nakað løgið. Brádliga sá hann ein eingil í einum brennandi tornarunni. Hann skilti, at hetta var ein eingil sendur frá Gudi. Eingilin segði, at hann vildi hjálpa ísraelsfólki at flýggja frá teimum óndu egyptunum. Hann segði, at Móses skuldi leiða fólkið til eitt avbera gott land langt burturi. Gud lovaði honum, at hetta landið skuldu ísraelsfólk eiga.

 

Móses gjørdist bangin. Hvussu skuldi hann klára tað? Eingin fór at tíma at lurta eftir honum. Hann var tungur fyri málinum og stamaði illa, so øll fóru uttan iva at flenna at honum. Harafturat fór Farao aldrin at lata Móses rýma við øllum trælunum hjá honum. Og so skuldu tey fara út í oyðimørkina. Hvussu skuldu tey finna okkurt til matna har? Men Gud segði, at um Móses hevði álit á honum og gjørdi, sum hann segði, so fór hann at hjálpa Mósesi. Og um Móses helt tað verða ov torført at tosa við fólkið, skuldi hann biðja Áron, beiggja sín, hjálpa sær. Móses var sera bangin, men hann leit á Gud og gjørdi tí, sum hann varð biðin.

 

Farao vil ikki lata ísraelsfólk fara.

Áron hjálpi Mósesi at tosa við ísraelsfólk, og tey gjørdust sera glað, tí Gud ansaði eftir teimum og vildu hjálpa teimum út úr Egyptalandi. Men Farao vildi ikki lata ísraelsfólk fara avstað, og fyri at revsa tey fyri at vilja rýma úr Egyptaland fekk hann tey at arbeiða enn harðari. Tey stakkals ísraelsfólk vóru illa fyri, og tað var hvørki lætt fyri tey ella fyri Móses at hava álit á, at Gud veruliga vildi hjálpa teimum.

Uppskot til hugvekjandi samrøður

 

1. Hvussu ber tað til, at tornarunnurin brádliga fór at brenna? Kann Gud fáa lutir at brenna, tá hann vil? Kann Gud gera akkurát tað, hann hevur hug at gera? Um tú kundi gjørt hvat sum helst, hvat hevði tú so gjørt? Hevði tú gjørt okkurt, sum tú annars ikki hevur loyvi at gera, okkurt ræðandi, okkurt stuttligt, ella okkurt, sum ger onnur glað?

2. Gud segði, at Móses skuldi fáa beiggja sín, Áron, at tosa fyri seg, tá ið teir skuldu tosa við ísraelsfólk. Men hví kundi Gud ikki bara gera Móses til ein góðan talara? Gloymdi Gud at geva Mósesi talugávur? Kann Gud gloyma?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017