• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Móses og Farao

 

Stavurin varð til slangu

Men Gud sendi Móses aftur til Farao, og fyri at Farao skuldi skilja, at tað var Gud, sum sendi hann, læt Gud Móses gera eitt undurverk. Móses kastaði stav sín á jørðina, og hann broyttist til eina livandi slangu. Tá ið Móses tók í halan á henni, gjørdist hon aftur til ein stav. Men gandakallarnir hjá Farao søgdu, at tað dugdu teir eisini, og eisini teirra stavar gjørdust slangur. Tá át slangan hjá Mósesi allar hinar slangurnar, men Farao vildi ikki lurta eftir honum.

 

Fyrsta plága: vatnið verður til blóð

Tá segði Gud: “Sig við Farao, at hann skal lata fólk mítt fara, tí annars skal eg gera alt vatn í Egyptalandi til blóð, so eingin kann drekka tað. Alt livandi í vatninum fer eisini at doyggja. ” Farao vildi framvegis ikki lata tey fara, so tað sum Gud hevði sagt hendi.

Onnur plága: froskarnir koma!

Tá læt Gud alt Egyptaland floyma í froskum, so har vóru froskar allastaðni. Í seingini, á tallerkunum og í vatnkannunum, allastaðni vóru froskar. Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og segði, at hann fór at lata ísraelsfólk fara, um Móses fekk allar hesar froskarnar burturbeindar. Móses bað til Gud, og stutt eftir hvurvu allir froskarnir, men Farao broytti meining og vildi ikki lata tey fara hóast alt. Var tað ikki ljótt gjørt av honum?

 

Triðja plága: mýggjabitar

Tá sendi Gud ein riðil av mýggjabitum yvir Egyptaland. Teir løgdu seg sum eitt teppi yvir alt og øll, og teir bitu og stungu. Maturin uddi í mýggjabitum. Teir fóru inn í munnin og nøsina á fólki, so tey høvdu ilt við at anda. Øll vórðu bitin av mýggjabitum, og tað skriðaði so illa, at tað var næstan ógjørligt at sova um náttina. Á tann ræðuliga plága! Men Farao vildi framvegis ikki lata ísraelsfólk fara.

Fjórða plága: bitflugur

Tá sendi Gud bitflugur yvir Egyptaland, og bitflugur eru andstyggiligar, skal eg siga tær. Tað er líka ringt at verða bitin av eini bitflugu, sum at verða stungin av einari vespu, og bitflugan flýgur aftan á tær allastaðni, bara fyri at bíta teg. Kundi tú hugsað tær at havt fleiri túsund bitflugur rundan um teg? Neyðars egyptar munnu hava sæð út sum kjøtbollar, so nógv sár, sum tey høvdu frá bitflugunum. Men í Gosenlandi, har ísraelsfólk búðu, komu ongar bitflugur. Tá segði Farao við Móses: “Tak fólkið hjá tær og far avstað! Bara tú biður Gud um at taka bitflugurnar burtur”. Men tá ið Gud hevði tikið bitflugurnar burtur, skifti Farao meining enn einaferð og noktaði ísraelsfólki at fara út í oyðimørkina.

 

Fimta plága: øll kríatúrini doyggja

Tá segði Gud: “Um Farao ikki letur fólk mítt fara, skal eg gera øll kríatúrini hjá egyptum so sjúk, at tey doyggja”. Farao vildi framvegis ikki lata tey fara, og so doyðu øll dýrini uttan tey, sum ísraelsfólk áttu. Men Farao broytti ikki meining.

Sætta plága: dust og svullir

Tá tók Móses sót úr ovninum og kastaði tað upp í luftina, meðan Farao hugdi at. Gud gjørdi tað til dust, sum fleyg yvir alt Egyptaland og setti seg á fólk og gav teimum sár og svullir á allan kroppin. So illur var Gud, tí egyptar ikki vildu lata ísraelsfólk fara. Men Farao helt við sítt.

Sjeynda plága: heglingur

“Um tú ikki letur fólk mítt fara,” segði Móses við Farao, “so fer Gud at senda eitt heglingsæl yvir Egyptaland, so alt, sum ikki fjalir seg, verður lagt í oyði.” Og tá Farao helt áfram við at nokta teimum at fara, lyfti Móses hondina upp, og tað tók at kava við høglum, sum vóru so hørð og ógvislig, at øll, sum vóru úti, doyðu, og allar planturnar og øll trøini løgdust í oyði. Tit kunnu hugsa tykkum, at tað kom illa við hjá egyptum, at alt korn teirra varð oyðilagt. Einans í Gosenlandi, har ísraelsfólk búðu, kom eingin heglingur. Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði við teir, at um teir bóðu Gud steðga heglinginum, tá skuldu ísraelsfólk sleppa avstað. Men halda tit, at Farao helt sítt lyfti? Nei, tá tað gavst at hegla, broytti hann aftur meining og noktaði teimum at fara.

 

Áttanda plága: grashoppur

Tá segði Gud við Móses: “Sig við Farao, at um hann ikki letur fólk mítt fara, skal eg oysa grashoppur yvir Egyptaland, og tær skulu eta upp allar plantur og allan mat, sum heglingurin ikki gjørdi enda á.” Tá ráðgevarnir hjá Farao hoyrdu hetta, gjørdust teir bangnir og royndu at yvirtala Farao at lata ísraelsfólk fara. Tá segði Farao við Móses og Áron, at teir kundu fara við monnunum, men at kvinnurnar og børnini skuldu verða eftir í Egyptalandi. Hetta vildu Móses og Áron ikki góðtaka, so teir søgdu við hann, at antin skuldu øll sleppa avstað, ella fóru grashoppurnar koma. Men Farao helt við sítt. Kvinnurnar og børnini sluppu ongan veg.

Tá sendi Gud grashoppur yvir Egyptaland, og tær ótu alt á síni leið og lótu ikki eitt grasstrá ella eitt blað verða eftir. Hvørjum skuldu egyptar nú liva av? Farao sendi boð eftir Mósesi og segði, at tey kundu fara avstað øll somul, men heldur ikki hesa ferð helt hann lyfti sítt. Tá hann varnaðsum at grashoppurnar vóru á veg út úr Egyptalandi, sendi hann boð eftir Mósesi og Áron og segði, at ísraelsfólk skuldu haldast aftur.

 

Níggjunda plága: myrkur

Tá sendi Gud myrkur yvir Egyptaland, so eingin sá nakað. Í tríggjar heilar dagar var bølamyrkt. Bara ísraelsfólk høvdu ljós. Farao segði við Móses, at tey kundu taka kvinnurnar og børnini við sær, men at kríatúrini skuldu verða eftir, men tað vildi Móses ikki, tí hann vildi hava kríatúrini við, so at tey kundu ofra til Gud. Tá ið Farao hoyrdi hetta, gjørdist hann so illur, at hann sendi Móses burtur.

Tíggjunda plága: allir elstu synirnir doyggja

Tá læt Gud elsta sonin í hvørjari egyptiskari familju doyggja. Ta náttina var eingin egypta, sum ikki misti ein, sum tey vóru góð við. Sjálvt Farao misti elsta son sín. Men eingin av ísraelsfólkunum doyði. Tá læt Farao ísraelsfólk sleppa avstað.

Uppskot til hugvekjandi samrøður

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Nógv eru von at hugsa um Gud sum ein fittan og blíðan pápa í himlinum, sum vísir samkenslu og hjálpir teimum veiku, og sum er góður við øll, men í hesari søguni hoyra vit um ein Gud, sum revsar eitt heilt fólk, tí hann er ósamdur við kong teirra. Harafturat er eyðsæð, at Gud er í parti við Mósesi ímóti egyptum. Er hesin Gud, sum vit hoyra um í Gamla Testamenti, eisini til í dag? Um ikki, er tað so Gud, sum er broyttur, ella eru vit, sum hava broytt okkara uppfatan av Gudi?

2. Farao læt ísraelsfólk fara, eftir hann hevði mist sín elsta son. Hví gav hann upp? Var hendan plágan verri enn allar hinar? Ella gav hann upp, tí hon var byrða oman á byrðu? (Gjørdu tær fyrru plágurnar hesa verri?)

Hevði tað verið verri at mist tín besta vin, um tú frammanundan hevði tannapínu, vart sjúkur, hevði fingið skeld frá foreldrunum ella longu frammanundan hevði mist ein annan vin?

3. Hvørja av plágunum heldur tú vera ta ringastu? Er tað verri, at allar familjur í landinum missa sín elsta son, enn at vatnið verður til blóð? Tað eru ikki øll, sum hava eina familju, men øllum tørvar vatn fyri at yvirliva.

Ger ein lista yvir plágurnar, har tú setir ta pláguna, tú metir vera ringast, ovast, og tað minstu pláguna niðast. Samanber so listan við tann hjá onkrum øðrum í flokkinum. Hví verða listarnir ymiskir? Siga hesir listarnir mest um plágurnar, ella siga teir mest um persónin, sum hevur gjørt listan?

Tá ið tú sigur okkurt um eitt annað menniskja, til dømis at “at hann er sooo býttur”, ella “hon er tann dugnaligasta í flokkinum”, sigur hetta so eisini nakað um teg? Hvat sigur hetta um teg? Hví er tað so umráðandi fyri teg at siga “hann er býttur”, ella “hon er dugnalig”?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017