• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Móses

Hesin teksturin hóskar væl at siga ella lesa fyri næmingunum. Lærarin eigur at hava lisið tekstin frammanundan, so hann kann liva seg inn í søguna. Gott er, um nýggj og torfør orð ella máliskur verða gjøgnumgingnar í flokkinum, áðrenn teksturin verður lisin upp ella endursagdur.

Teksturin er ætlaður at skapa eina djúpa hugsavnan og innliving í søguna. Hetta kann lærarin kanska gera við at sløkkja ljósið, tendra eitt kertuljós og møguliga biðja óstillar næmingar blunda og savna seg um at lurta.

Í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað er krav, at eftir 2. flokk skulu næmingarnir duga at lurta eftir frásøgnum og søgum. Hetta skal venjast. Best er, um spurningar, prát og annað virksemi bíðar, til lærarin er liðugur at lesa ella siga frá.

Niðast á hesi síðuni eru uppskot til hugvekjandi samrøðu. Ikki er neyðugt at taka allar spurningarnar við í viðgerðina.

 

Anne Schjelderup hevur endurgivið søguna úr Gamla Testamenti við egnum orðum og tulkingum. Hetta er sostatt ikki beinleiðis frásøgn úr Bíbliuni.

Ein søga um fyrstu árini hjá Mósesi

 

Jósef

Minnast tit Jósef, geitadrongin, sum bleiv seldur sum trælur til Egyptalands av beiggjum sínum, og sum endaði við at bjarga øllum landinum undan hungursneyð? Ímyndið tykkum, at verða seldur sum trælur av sínum egnu beiggjum. Men hann var djarvur, og hann var sterkur, og hann kláraði at fáa okkurt gott burtur úr tí. Og so megnaði hann eisini at fyrigeva beiggjum sínum. Hann vildi enntá hava teir at koma til Egyptalands at búgva har hjá sær.

Øll dreingjabørn skulu drepast

Beiggjarnir og familjurnar hjá teimum komu. Nógv børn høvdu teir fingið, so har var lív í, skal eg siga tykkum. Tá á døgum fingu fólk avbera nógv børn, og tá børnini gjørdust vaksin, fingu tey eisini nógv børn, og soleiðis vaks og vaks familjan hjá Jósefi í Egyptalandi. Tey søgdu seg vera ísraelsfólk, sjálvt um tey búðu í Egyptalandi. Hetta var tí at pápi Jósef, sum æt Jákup, einaferð hevði fingið navnið Ísrael. Hann skifti navn, tí Gud segði, at soleiðis skuldi hann eita.

Nógv ár gingu, yvir 400 ár, og ísraelsfólk vóru vorðin mong í tali. Men fólkini í Egyptalandi vóru ikki blíð við tey longur, nú máttu tey arbeiða sum trælir fyri egyptarnar. Tey vóru sligin og livdu í armóð og ússaligum korum. Ein dagin gjørdi Farao, kongur egypta, av, at hermenninir skuldu drepa øll dreingjabørn hjá ísraelsfólki. Neyðars ísraelsfólk grótu um børn síni, og mammurnar royndu at halda fast um børnini, men soldátarnir skryktu børnini frá teimum og drupu tey.

Dóttir Farao tekur Móses til sín

Ein dagin fekk ein ung ísraelsk kona ein son. Hon helt hann vera so fittan og góðan, og hon vildi ikki, at hermenninir skuldu drepa hann, so hon goymdi hann í fýra mánaðir. Tá var hann farin at pjáltra og flenna so hart, at hon ikki kundi goyma hann longur. Hon legði hann tí í eina kurv, sum hon goymdi í sevinum við áarbakkan, og so bað hon stórusystur dreingin goyma seg og ansa eftir honum. Tá ein løta var fráliðin, kom dóttir Farao til áarbakkan at vaska sær, og hon fann kurvina við lítla dronginum. Hon helt tað vera so synd í honum, so hon tók hann við sær niðan á borgina, nevndi hann Móses og aldi hann upp sum sín egna son.

Men hon hevði ikki mjólk í bróstunum at geva barninum. Stórasystir Mósesar hoyrdi hana siga hetta við tænastukonur sínar, og hon var kvik at finna upp á ráð. Hon leyp út úr sevunum,  har hon hevði goymt seg, og segði, at hon kendi eina konu, sum kundi fostra barnið. Hon hugsaði sjálvandi um mammu sína.

Soleiðis slapp mamman at vera saman við barni sínum, og hon fekk enntá løn frá Farao fyri at ansa honum. Sum hann vaks til, slapp hann at búgva á borgini. Lítli Móses var vorðin ein prinsur. Gita um foreldur og systkin hjá Mósesi vóru glað!

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Jósef fyrigav beiggjum sínum, hóast teir høvdu selt hann sum træl. Var tað rætt av Jósefi at fyrigeva? Eru nøkur mørk fyri, hvussu nógv vit eiga at fyrigeva?

2. Hví vildi Farao drepa øll ísraelsk dreingjabørn? Heldur tú, at Farao hevði eina samvitsku? Kennir tú nakran, sum ikki hevur eina samvitsku? Hvussu veitst tú, um onkur hevur eina samvitsku?

3. Tá ið dóttir Farao fann Móses og tók hann til sín, gjørdist mamma hansara bróstmóðir.  Móses visti, at hon var hansara rætta mamma. Hevði tað gjørt mun fyri Móses, um hann ikki visti, at hon var hansara veruliga mamma? Er tað mest umráðandi, at vit verða uppald av okkara egnu foreldrum, ella kunnu onnur gerast eins góð foreldur hjá okkum?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017