• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Nóa ørk

Ein søga um hvussu Gud reinsaði heimin

Hesin teksturin hóskar seg væl at siga ella lesa fyri næmingunum. Lærarin eigur at hava lisið tekstin frammanundan, so hann kann liva seg inn í søguna. Gott er, um nýggj og torfør orð ella máliskur verða gjøgnumgingnar í flokkinum áðrenn teksturin verður lisin upp ella endursagdur.

Teksturin er ætlaður at skapa eina djúpa hugsavnan og innliving í søguna. Hetta kann lærarin kanska gera við at sløkkja ljósið, tendra eitt kertuljós og møguliga biðja óstillar næmingar blunda og savna seg um at lurta.

Í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað er krav, at eftir 2. flokk skulu næmingarnir duga at lurta eftir frásøgnum og søgum. Hetta skal venjast. Best er, um spurningar, prát og annað virksemi bíðar til lærarin er liðugur at lesa ella siga frá.

Niðast á hesi síðuni eru uppskot til hugvekjandi samrøðu. Ikki er neyðugt at taka allar spurningarnar við í viðgerina.

 

Anne Schjelderup hevur endurgivið søguna úr Gamla Testamenti við egnum orðum og tulkingum.  Hetta er sostatt ikki beinleiðis frásøgn úr Bíbliuni.

Nóa og ørkin

Hava tit hoyrt um tey fyrstu menniskjuni á jørðini, Ádam og Evu? Tey fingu tveir synir, sum itu Káin og Ábel. Káin var so øvundsjúkur á beiggja sín, at hann drap hann. Eftir hendingina angraði Káin og rýdmdi heimanífrá.

Eftir hesa ræðuligu hendingina fingu Ádam og Eva ein annan son, sum tey nevndu Set. Hann gjørdist ættarfaðir Nóa, sum bjargaði mannaættini frá at verða løgd í oyði. Hesa søguna fara vit at hoyra nú. Hetta er søgan um Nóa og ørkina.

Tá Nóa livdi vóru fólk eins øvundsjúk, sjálvglað og sjúk eftir verðini sum í dag. Og tit mugu ikki halda, at tað bleiv frægari eftir, at Káin hevði dripið beiggja sín. Tvørturímóti! Tað gjørdist bara verri og verri.

Heldur enn at gera sum Ábel og vera hjartagóð og vilja øðrum tað besta, gjørdu tey sum Káin. Tey gjørdu bæði eitt og annað, fyri at onnur skuldu geva teimum gætur. Og oftani vóru tey ljót hvør móti øðrum. Tey løgdu einki í, hvussu onnur høvdu tað. Nei, tað einasta tey hugsaðu um, var at tey sjálvi skuldu hava tað gott. Tey lugu, stjólu og vóru ljót móti hvørjum øðrum fyri at fáa sín vilja.

Tí angraði Gud, at hann hevði skapt menniskjuni. Ein dagin gjørdi hann av, at øll menniskju skuldu oyðast. Hann ætlaði at lata regn koma yvir jørðina. Regn, regn og aftur regn. So nógv, at allur heimurin varð undir í vatni. Um øll druknaðu, so var eingin at gera ónáðir og vera óndur longur.

Men ein trupulleiki var við hesum. Nógv dýr vóru á jørðini, og tey vóru als ikki ónd. Eisini vóru nøkur heilt fá menniskju á jørðini, sum høvdu eitt reint hjarta. Menniskju sum elskaðu Gud og vóru góð við sínar næstar. Hesi vóru Nóa, kona hansara, synir teirra og konurnar hjá teimum. Hesi fólkini gjørdu ongum mein. Tey kundi Gud ikki oyða.

Gud gjørdi av, at tosa við Nóa. Hann bað hann byggja eina risastóra ørk við einum risastórum taki. Ørkin skuldi vera tríhundrað alin long, hálvtrýss alin breið og trettan alin høg. Rúm skuldi vera fyri øllum dýrasløgum í heiminum. Tvey av hvørjum! Eisini skuldi rúm vera fyri einari rúgvu av mati, so ørkin var av sonnum veldiga stór.

Øll, sum sóu, hvat Nóa var í gongd við, flentu at honum og søgdu, at hann var vorðin í ørviti. Allastaðni har hann var, spottaðu tey hann og hildu hann fyri gjøldur. Tað var ikki lætt at vera Nóa, men hann visti bara, at hann mátti gera sum Gud hevði sagt. Hann bygdi sum fyri lívinum, og góðtók at Gud vildi hava hann at gera hetta.

At enda varð Nóa liðugur við ørkina. Gud segði tá við hann, at hann skuldi fáa øll dýrini, matin og familjuna umborð sum skjótast, tí um sjey dagar fór at regna. Nóa gjørdi, sum Gud hevði biðið hann, og síðan kom regnið!

Tað regnaði av grimd, og eingin glotti sást á himlinum. Soleiðis helt tað á í nógvar dagar. At enda megnaði jørðin ikki at súgva vatnið til sín, so nú fór at fløða. Fólk flýddu upp í fjøllini, men ikki vildi halda uppat at regna. Skjótt fløddi allur heimurin, og øll druknaðu. Øll uttan tey, sum vóru umborð á ørkini.

So langt eygað rakk var vatn. Ikki ein fjallatindur var at hóma. Bara vatn, vatn og vatn. Í hundrað og  hálvtrýss dagar fleyt ørkin á vatninum. Tá gjørdi Gud av at steðga regninum. Hann sendi ein hvassan vind, at taka vatnið burtur, og at enda kundu tey hóma fjallatindar støkka upp úr vatninum. Ørkin rendi á fjallið Árarat, og har var hon standandi.

Ikki bar til at búleikast á Árarat, so fjøruti dagar seinni sendi Nóa eina dúgvu út gjøgnum eina lúku í ørkini. Dúgvan fleyg langa leið, men kom síðan aftur. Hon hevði ikki funnið land, sum hon kundi setast á. Nóa bíðaði tí sjey dagar afturat og sendi síðan dúgvuna út aftur. Um kvøldið kom dúgvan aftur við einum frískum blaði frá einum oljuberjatræi. Tá skilti Nóa, at hon hevði funnið gróðrargott land. Hann bíðaði aftur sjey dagar, og so slepti hann dúgvuni út aftur. Hesa ferð kom dúgvan ikki aftur.

Um somu tíð segði Gud við Nóa: “Far út úr ørkini og tak konu tína, synir tínar og sonarkonur tínar við tær. Tak við tær øll dýrini, sum eru í ørkini, alt tað, sum livir, bæði fugl og fæ og øll skordýrini.

Nóa bygdi eitt altar og ofraði til Gud. Tá gjørdi Gud av, at hann ongantíð aftur skuldi týna alt lív av jørðini. Menniskjað var, sum tað var, við sínum evnum at fremja bæði góðar og ringar gerðir. Hann lovaði at hetta aldrin skuldi henda aftur. Tí gjørdi hann ein sáttmála við Nóa og synir hansara og allar eftirkomarar teirra. Alla jørðina gav hann teimum, og hann lovaði, at hann ongantíð aftur skuldi lata vatnið drepa alt lívið á jørðini.

Gud segði: “Hetta verður tekini á sáttmálan, sum eg geri millum meg og tykkum og allar livandi verur, sum eru hjá tykkum og til øll komandi ættarlið. Eg seti mín boga í skýggini, og hann skal vera eitt tekin um sáttmálan millum meg og jørðina. Tá eg savni saman skýggini á himmalinum, og bogin kemur til sjóndar millum skýggini, tá skal eg altíð minnast sáttmálan, sum eg gjørdi millum meg og tykkum og allar livandi verur. Ongantíð aftur skal vatnið gerast til eina flóð, sum oyðileggur alt lív.

Bogin var tekini á sáttmálan millum Gud og alt, sum livir á jørðini. Hevur nakar av tykkum sæð henda bogan?

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Hevur tú nakrantíð verið øvundsjúk/ur? Hvussu kennist tað? Hvørjar hugsanir hevur tú, tá tú ert øvundsjúk/ur? Hvussu slapst tú av við hesa kensluna? Hvat hugsaðu hini um teg, tá ið tú vart øvundsjúk/ur?

2. Káin verður øvundsjúkur inn á Ábel, longu meðan Ábel er eitt pinkubarn. Kennir nakar til hesa støðuna? Hvussu er tað gjørligt at gerast øvundsjúkur inn á eitt lítið, hjálparleyst pinkubarn? Eitt pinkubarn kann ikki hótta ella skaða okkum á nakran hátt, ella kann tað?

4. Kann mann gerast øvundsjúkur inn á alt? Ella er okkurt ella onkur, sum ikki ber til at gerast øvundsjúkur inn á? Hví/hví ikki? Hygg at hesum dømunum og sig frá, um nakað er, sum ikki ber til at gerast øvundsjúk/ur inn á:

 

  • Ein appilsin
  • Ein súkkla
  • Ein omma
  • Mánin
  • Ein vinur
  • Ein hundur ella ketta
  • Ein roknilærari

Royn at ímynda tær støður, har tú ert øvundsjúk/ur inn hesar lutir ella menniskju. Hvussu kundi tú sloppið av við kensluna – øvundsjúkuna?

4. Káin royndi at gerast betri enn Ábel í øllum, so at foreldrini skulu ásanna, at hann var hin betri sonurin. Hann ímyndaði sær, at so fóru tey at elska hann hægri, men meðan hann soleiðis stríddist og var upptikin av at gerast best, gjørdist hann beiskur av hatri.

Heldur tú, at Káin kundi borið seg øðrvísi at? Hvussu? Hví er Káin vorðin, sum hann er? Er tað hansara skuld? Eigur Ábel kanska skuldina, ella eru tað foreldrini, sum hava gjørt Káin øvundsjúkan?

5. Søgan sigur, at Gud hugdi við tokka at ofrinum hjá Ábel, men at hann ikki vildi hava við ofrið hjá Káin. Hvussu kunnu vit vita, hvat Gud helt um ofrini? Hvussu hevur Gud víst seg fyri teimum báðum beiggjunum? Sóu teir hann? Hoyrdu ella føldu teir hann? Hevur hann tosað gjøgnum skýggini, ella hevur hann tosað beinleiðis inn í hjørtuni hjá dreingjunum? Hvat heldur tú?

Heldur tú, at Gud var rættvísur? Átti hann kanska at haft tikið ímóti ofrinum hjá Káin?

6. Káin vildi biðja Gud um fyrigeving, men hann orkaði ikki. Innaní honum var okkurt, sum forðaði honum í at venda sær til Gud. Heldur tú, at tað er torført at biðja um umbering, tá ið tú hevur gjørt okkurt skeivt? Um ja, hví er hetta so torført?

Er tað kanska tí at:

- Vit kenna okkum tápulig?

- Vit eru bangin fyri at avdúka fyri Gudi og okkum sjálvum hvussu ónd vit eru?

- Tað er eyðmýkjandi at biðja um fyrigeving.

- Vit eru bangin fyri at siga okkurt skeivt?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017