• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Halgimenni

Ein søga um eina djarva kvinnu

Hava tit nakrantíð gingið Lucia ella sungið sangir um Sankta Lucia? Vita tit, hvør Sankta Lucia var, og hví hon er eitt halgimenni? Her skulu tit hoyra søguna um hennara lív.

Væl dámt halgimenni

Sankta Lucia var ein av teimum best dámdu halgimennunum í miðøld. Hon kundi verja tey, sum bóðu til hana, móti blindni, bruna í eygunum, eldi, sárum hálsi og nógvum øðrum ígerðum.

 

Lucia og Lucifer

Lucia verður onkuntíð samanborin við Lucifer, tí teirra nøvn eru so lík, men meðan Lucifer er navnið á tí ónda, er Lucia navnið á tí góða. Saman vísa tey á hin æviga bardagan millum teir góðu og teir óndu máttirnar í lívinum.

 

Sankta Lusia

Í teimum myrku katakombunum langt niðri í jørðini, har vatnið seyrar niður eftir veggjunum, og ljósið ongantíð sleppur at, har sótu fyri langari tíð síðan nøkur av teimum fyrstu kristnu og skulvu av kulda hvønn einasta dag. Svongdin tyngdi tey og gjørdi lívið uppaftur tyngri. Tey droymdu um grønar ongur, sól og strendur. Børnini grótu sáran, meðan foreldrini vónleys royndu at troysta tey.

Høvdu tey bara sloppið út í nakrar minuttir. Men tey tordu ikki. Tað var alt ov vandamikið. Tey kundu ikki fara upp í ljósið, tí hermenn og njósnarar vóru allastaðni, og har vóru eingi mørk fyri, hvussu illa tey fóru við teimum kristnu í teirri tíðini. Nøkur kristin vórðu brend sum kyndlar, onnur vórðu steinað, til tey doyði, og uppaftur onnur vórðu trampað í hel av hestunum hjá hermonnunum. Nei, so var frægari at sita niðri í myrkrinum, hóast tey vóru køld og svong. Tíbetur var ein, sum hugsaði um tey og ansaði eftir teimum. Vónandi fór hon at koma aftur í kvøld.

Jú, Gud havi lov, nú hoyrdu tey eina friðsæla og klára rødd í myrkrinum. Hon sang so sælan. Børnini runnu til ta vøkru moyggina, sum spakuliga kom ímóti teimum við einum ljóskransi á høvdinum. Við sær hevði hon upp í sekkir av góðum mati. Lucia moy, tann vakrasta og fittasta av øllum. Hon var ikki bangin av sær. Hon legði ikki í hermenn og njósnarar, men hjálpti tá á stóð. Tann góði maturin og tey lívgandi ljósini góvu teimum kristnu vónina aftur.

Lucia varð fødd rík, men hon valdi at seta lív sítt í váða fyri tey kristnu í katakombunum.

Hetta dámdi sjúku móður Luciu als ikki. Hægsta ynski hennara var, at Lucia fekk eina trygga framtíð saman við einum ríkum manni. Hon hevði valt henni ein mann og væntaði, at Lucia fór at akta hana, men Lucia vildi tað øðrvísi. Hon royndi at greiða mammu síni frá, at Jesus Kristus hevði kallað hana til tænastu. Hon vildi fara frá øllum ognum sínum og fylgja Jesusi. Alt, sum hon átti, ynskti hon at geva teimum fátæku. Men hóast hon bønaði og bað mammu sína um at sleppa undan at giftast, so helt hon upp á sítt.

Ørkymlað rann Lucia til grøvina hjá Sankta Agathu og bønaði hana um hjálp. “Góða Sankta Agatha, hjálp mammu míni at skilja! Hon vil, at eg skal verða lukkulig, men eg kann ikki verða lukkulig, um eg ikki sleppi at hjálpa teimum, ið líða. Hvat skal eg brúka eitt stórt hús, pen klæði, tænarar og alt annað til, um eg veit, at tey fátæku líða neyð? Eg hugsi einans um tey. Lat mammu mína skilja tað!”

Og sí, eitt undur hendi. Brádliga bleiv mamma Luciu frísk. Hon hevði ikki longur pínu. Tá skilti mamma Luciu, at kristindómurin var sannur, og tað var ætlanin við lívinum hjá Luciu, at hon skuldi tæna teimum, sum høvdu tað ringt. Hon skuldi ikki giftast, og brúdleypið varð avlýst við brestin. Halda tit Lucia varð glað?

Men har var ein annar, sum ikki varð so glaður. Tað var maðurin, sum hevði hildið, at hann skuldi giftast við Luciu. Hann varð í øðini. “Um eg ikki sleppi at fáa hana, so skal eingin fáa hana,” segði hann við seg sjálvan. So fór hann beina leið til tey hægstu í býnum og segði teimum, at Lucia var kristin.

Kunnu tit ímynda tykkum, hvat hendi tá? Jú, sama seinnapart komu nógvir hermenn saman við einari stórari mannamúgvu, sum ikki dámdu tey kristnu, heim til Luciu. Tey skuldu handtaka hana. Men Gud ansaði eftir Luciu. Hann setti hana so fasta í jørðina, at hermenninir ikki fingu tikið hana við sær.

“So brenna vit hana,” segði onkur. Turrur viður varð stáplaður runt um Luciu, har hon stóð, og stutt eftir logaði eitt stórt bál. Men Gud ansaði enn eftir Luciu, og hann læt ikki logarnar gera henni nakað. Tá allur viðurin var brendur, stóð Lucia enn óskalað.

Tá var ein, sum tók eitt svørð og høgdi vakra høvdið av Luciu. Nú kundi Gud ikki gera annað enn at taka hana upp í ríki sítt. Soleiðis doyði Lucia. Men hon helt áfram at liva víðari í hjørtunum hjá øllum teimum, sum hon hevði hjálpt, og hjá øllum teimum, sum høvdu hoyrt um hana. Søgan um hesa góðu og djørvu moyggina fór víða, og hennara dirvi og miskunnsemi verður nú hátíðarhildið, tá ið vit ganga Lucia.

Halgimennið, sum mettar tey svongu

Sankta Lucia er verndareingil hjá býnum, hon er ættað úr, nevniliga Sýrakus. Søgnin sigur, at eina ferð var hungursneyð í Sýrakus. Øll menniskjuni vóru ørkymlað, og tey savnaðust í kirkjuni at biðja Sankta Luciu hjálpa teimum. Lucia hoyrdi bøn teirra, tí tá tey fóru út úr kirkjuni, sóu tey eitt skip við fullari last av hveiti sigla inn í havnina. Fyri at hátíðarhalda Sankta Lucia eta italiumenn enn í dag ein rætt, sum eitur “cuccia”, sum er eitt slag av greyti, ið er gjørdur úr hveiti.

Ein søgn úr Svøríki líkist nógv hesari. - Eina ferð fyri langari tíð síðan var ein ræðulig hungursneyð í landinum. Mitt um veturin, tá ið ringast stóð til, sigldi brádliga eitt skip fult av mati yvir Vänern, sum er størsta vatnið í Svøríki. Í stavninum stóð ein vøkur moyggj, sum var í hvítum klæðum. Hon glógvaði so bjart, at ljósið skein frá henni. Tað var Sankta Lucia, sum var komin við mati til fólkið.

Uppskot til hugvekjandi samrøður


1. Sum vit skilja, var tað ikki lætt at vera kristin í fyrstu tíðini eftir Jesu deyða. Nógv hildu tey kristnu vera uppreistrarfólk ella brotsmenn, sum ikki áttu at liva. Hvussu ber tað til, at menniskju kunnu verða so illa viðfarin, bara tí tey trúgva á okkurt? Er trúgv ikki nakað ósjónligt og óítøkiligt, sum bara finst inni í okkara hjørtum og høvdum? Hvussu kann nakað, sum er ósjónligt og óítøkiligt, vera so vandamikið?

Verður tú brádliga umskapaður til ein vandamiklan persón, tí tú sigur, at tú trýrt á tíni foreldur? Hvat um tú sigur, at tú trýrt á eitt fjall, sum tit sóu, einaferð tit ferðaðust onkrastaðni? Ella um tú trýrt á tínar floksfelagar? Hvat krevst, fyri at trúgv gerst vandamikil fyri onnur menniskju?

2. Nógv menniskju vóru kanska bangin fyri teimum fyrstu kristnu, tí tey ikki vistu, hvat kristindómurin var um. Og tá ið tey ikki vistu hetta, hildu tey kanska, at kristindómurin var ein dapur og vandamikil átrúnaður. Er tað enn soleiðis, at vit gerast bangin, um vit møta onkrum, sum vit ikki skilja? Er tú nakrantíð vorðin bangin, tí tú ikki skilti okkurt? Kanst tú t.d. gerast bangin, um tú ikki skilur:

-          eitt roknistykki?

-          hvat ein sjónleikari sigur í sjónvarpinum?

-          eina bók við lítlum myndum og nógvum, lítlum bókstavum?

-          eina bók við stórum myndum og fáum, stórum bókstavum?

-          hví ein hundur situr og goyr uttan fyri eini hús?

-          hví nøkur menniskju lata eyguni aftur og biðja til Gud?

Ert tú nakrantíð vorðin bangin, tá tú hevði skilt okkurt?

3. Tey fyrstu kristnu vildu heldur líða neyð enn at nokta nakað, sum tey hildu vera rætt og satt. Hví heldur tú, at tað var so umráðandi fyri tey at halda fast við tað, sum tey trúðu á? Er nakað, sum tú hevði hildið fast við, sjálvt um onnur hataðu teg fyri tað? – T.d.:

-          søguna um títt lív?

-          rættin til at fara í skúla hvønn dag?

-          lutir, sum tú eigur?

-          kærleikan til tíni foreldur?

-          tað, at gleða seg til okkurt?

Kanst tú hugsa um nakað, sum er meira umráðandi fyri eitt menniskja enn lívið? Kanst tú skilja, hví summi menniskju vilja doyggja fyri einari sak? Kundi tú gjørt tað?

4. Lucia helt, at tað var meira umráðandi at hjálpa øðrum enn at liva væl. Hví heldur tú, at hon helt tað? Ber til at vera lukkulig, tá at onnur menniskju líða neyð? Er tað kanska betri ikki at vita um, at onnur líða neyð? Er tað rætt, at tað sum “eygað ikki sær, hevur hjartað ikki ilt av”? Ella hava vit skyldu at taka atlit til nøkur evni? Til dømis um tað eru onnur menniskju í verðini, sum líða neyð?

5. Maðurin, sum Lucia skuldi giftast við, bleiv ógvuliga keddur, tá ið hann fekk at vita, at teirra brúdleyp varð avlýst. Tí gjørdi hann nakað, sum hann visti fór at verða vandamikið fyri Luciu, nevniliga at siga fyri hermonnunum, at hon var kristin. Men hví varð hann so keddur? Halda tit, at hann veruliga elskaði Luciu? Er tað í lagi at særa tey, sum tú elskar?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017