• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Jólasiðir

Jólini eru uttan iva tann mest siðbundna hátíðin í Føroyum. Nógvar av siðvenjum okkara stava frá heidnari tíð, og nútímans jólahald er ein samanrenning av gomlum norrønum siðvenjum, kristnum siðvenjum og nútímans brúkaramentan.

 

Jólini fyri kristindómin

Jólini eru so gomul, at eingin veit við vissu hvussu jólahaldið byrjaði. Heldur ikki kann staðfestast, hvaðan orðið “jól” stavar, men summi vilja vera við, at tað er útrunnið av orðinum “ýlir”, sum er heitið á norrøna mánaðinum sum var frá 13. desember til 13. januar.

 

Tá kristindómurin kom hendavegin, staðfesti kirkjan, at tann formligi føðingardagurin hjá Jesusi var 25. desember. Hetta hátíðarhaldið og tað gamla norrøna hátíðarhaldið runnu soleiðis saman. Í Føroyum eru dagarnir 25. og 26. desember frídagar og halgidagar. Fyrr var vanligt at arbeiða jólaaftan, 24. desember, men í dag er hann at rokna sum frídagur.

 

Jólagávur

At gleða onnur við gávum var upprunaliga ein nýggjárssiður. Tað var t.d. vanligt, at ríkmenn góvu arbeiðsfólki sínum gávur, ofta ein kekk, stutt fyri nýggjár. Seinni gjørdist siðvenja, at húsbóndin gav húsmonnum sínum burturav matgoymsluni. Eisini var vanligt at lata teimum fátæku mat, soleiðis at tey ikki gingu svong á jólum.

Enn í dag geva nógvir stovnar og fyritøkur starvsfólkunum gávur til jóla.

Eftir trúbótina gjørdist vanligt at geva børnum gávur til jóla. Ofta fingu tey vøttur, húgvur og onnur hent pløgg at verma seg við í vetrarhálvuni. Hesi seinastu 50 árini hevur reklamustýrda brúkaramentanin havt við sær, at børnini fáa alsamt fleiri leikur og annað “ónyttufjas” til jóla.

 

Jólatræið

Siðurin at hava jólatræ er komin úr Týsklandi. Í Føroyum var ikki gamalt at hava jólatræ. Robert Joensen skrivar í bókini “Høgtíðir og veitsluhald á vetri” soleiðis um jólatræið og jólagávur: “Tað er nýggjur siður í Føroyum at geva jólagávur og at byrja jólahaldið sjálvan jólaaftan. Hann tók seg upp um seinasta aldarskifti, men gjørdist ikki so vanligur fyrr enn eftir 1920-30. Um 1900 kann sigast, at jólatræið so smátt fann leið inn í føroysk heim, og at síggja jólatræ í so at siga hvørjum heimi var heldur ikki vanligt fyrr enn út ímóti 1940.”

Jólamaðurin og jólanissan

Orðið “nissa” stavar frá Sankta Nicolas. Á norðurlendskum málum varð Nicolas úttalað Niels, sum seinni varð nissa. Navnið varð so knýtt at “rudkallen”, vættrinum, sum eftir aldargamlari fólkatrúgv ansaði garðinum. Afturfyri fekk vætturin greyt jólaaftan.

Seinni er nissa knýtt at jólamanninum, sum sambært enskari og amerikanskari tratitión klývur  niður í skorsteinin við stórum gávusekki á bakinum. Myndin av hesum barnavinarliga jólamanninum stavar fyrst og fremst frá nútímans reklamum. Summi vilja vera við, at serliga jólamaðurin á Coca Cola reklamum frá 1920 hevur havt stórt árin á ímynd okkara av nútíðar jólamanninum.

Her skal verða nevnt, at tann føroyska ímyndin av jólamanninum ikki er heilt lík tí amerikansku. Í sanginum “Eg eri jólamaðurin” hjá Mariusi Jóhannesen er jólamaðurin “í koti og svørtum knæbuksum”. Teir føroysku jólamennirnir (teir eru oftast fleiri) búgva í fjøllunum, næstan sum huldufólk. Hetta sæst eisini aftur í fyrrnevnda sangi hjá Marius: “...eg búgvi í hulduheyggi.”

 

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Hví hátíðarhalda vit, at árið er av? Hví endar árið altíð við desember og byrjar við januar? Kundi tað ikki tað sama byrjað í juli?

2. Er altíð neyðugt at eta, tá okkurt verður hátíðarhildið? Er neyðugt at syngja? Er neyðugt at vera í góðum hýri? Er neyðugt at vera saman við øðrum, tá okkurt skal hátíðarhaldast? Kunnu vit hátíðarhalda okkurt í einsemi? Kunnu vit fagna ella hátíðarhalda alt, ella er tað bara føðingardagar og høgtíðir sum kunnu verða hátíðarhildin?

3. Verður tú altíð glað/ur, tá tú fært eina jólagávu? Hvør er besta jólagávan, tú kanst hugsa tær? Hvør er ringasta jólagávan, tú kanst hugsa tær? Hevði tú viljað fingið gávu frá onkrum serligum persóni? Er onkur, tú ikki vilt hava gávu frá? Hví?

4. Hví hava vit eitt træ í stovuni á jólum? Er tað, tí tað er vakurt? Er tað, tí øll onnur hava tað? Hevði tú viljað havt eitt jólatræ heima hjá tær, um tú vart tann einasta/einasti í heiminum sum hevði tað?

Heldur tú at tað er synd at fella trøini á jólum? Ella heldur tú, at trøini eru glað at sleppa inn í eina heita stovu? Hvat hevði tú hildið um jólini, um tú vart eitt granntræ?

5. Er jólamaðurin til? Ella er hann bara ein ævintýrvera? Kann okkurt vera til, um tað bara er til í hugaheiminum hjá fólki? Hvat er tað “at vera til”? Hvussu kunnu vit vita, at okkurt ikki er til? Er alt, sum er inni í høvdinum á fólki óveruligt - og er alt, sum vit síggja, veruligt? Hví/hví ikki?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017