• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Jólini

Teknið og tosið um einglar

Í jólaevangeliinum møta vit fleiri einglum. Har er ein eingil, sum boðar Mariu frá, at hon skal fáa ein son, og har eru aðrir einglar, sum siga hirðunum, at teir skulu fara til Betlehem at finna Jesusbarnið. Teir einglarnir, sum vit hitta í bíbliuni og øðrum átrúnaðum hava oftast nakað, ið teir vilja siga okkum. Teir eru sendiboð, sum koma við boðum frá Gudi til menniskjuni.

Hvat merkir ein eingil fyri eitt barn? Eitt hugskot er at biðja næmingarnar tekna einglar tá tey hava hoyrt jólaevangeliið ella aðra søgu um einglar. Tosið við støði í tekningunum um einglar, og vita um tit ikki kunnu læra okkurt nýtt um fyribrigdið. Kanska onkur fær hug at tekna ein nýggjan eingil eftir prátið.

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Hvussu sær ein eingil út?

Hevur tú nakrantíð sæð ein eingil? Um ikki, hvussu kanst tú so vita, hvussu ein eingil sær út?

2. At síggja er at trúgva (1)

Um tú ikki trúði á einglar, men síðan møtti einum eingli, hevði tú tá trúð á einglar? Ella hevði tú bara hugsað, at tú droymdi?

3. At síggja er at trúgva (2)

Er tað lættari at trúgva, at trø, bilar og menniskju eru til, enn at trúgva, at einglar eru til? Er tað kanska bara tí, at vit ikki eru von við at síggja einglar, ella kunnu tað vera aðrar orsøkir, at nógv menniskju ikki trúgva á einglar? Eru bara teir lutirnir til, sum vit síggja? Er tað lættari at trúgva, at Gud er til, enn at trúgva, at einglar eru til? Hví, hví ikki?

4. Hvat er ein eingil og hvussu sær hann út?

Mugu einglar hava nakað við Gud at gera? Um ja, ber til at trúgva á einglar, og ikki á Gud?

Er einglarnir deyð menniskju? Um ja, hvør er so munurin á einglum og spøkilsum?

Hava allir einglar veingir?

Síggja einglar út sum menniskju?

Kann ein eingil vera ljótur og skitin?

Kann ein eingil vera lítil?

Hvat er tað øvuta av einum eingli?

Kann eitt menniskja vera ein “eingil”? Um vit siga: “Tú ert ein eingil”. Hvat meina vit tá við?

Kann ein eingil doyggja?

 

5. Hvat kann ein eingil gera?

Kann ein eingil liva á jørðini?

Kunnu einglar svimja ella rulla oman eftir bønum?

Kunnu einglar vera ósjónligir?

Hava einglar kropp, eins og menniskjuni hava? Um ja, mugu einglar so eisini eta og fara á vesi?

Gerast einglar troyttir?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017